U19 móti Belgia, Ongland og Holland

Belgia, Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-landsliðið við dreingjum seinni í hesum mánaðinum fer á venjingarlegu í Spania, boðar Fótbóltssambandið frá

Belgia, Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-dreingirnir fara á venjingarlegu í Spania frá 19. til 27. september - Mynd: Hans Erik Danielsen

Belgia, Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-landsliðið við dreingjum seinni í hesum mánaðinum fer á venjingarlegu í Spania, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Sigfríður Skaale Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur sent boð eftir 20 spælarum til venjingarlegu í Pinatar í Spania, sum verður frá 19. til 27. september.

 

Umframt venjingar, skal føroyska liðið eisini spæla tríggjar venjingardystir. Og talan verður um rættuliga sterka mótstøðu, hóast mótstøðuleikararnir eru ein árgang yngri enn okkara.

 

Tann 21. september verður spælt móti Belgia, tann 23. september móti Onglandi, og mánadagin 26. september er mótstøðuliðið Holland. Allir dystirnar verða á Pinatar Arena í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania.

 

Hópurin:

 

Dánjal Danielsen, AB

 

Carl Mikkelsen, B36

 

Marius Árting Allansson, B36

 

Fayo Kruse, EB/Streymur

 

Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

 

Eivind Restorff Mouritsen, HB

 

Rani Wenningsted Sørensen, HB

 

Áki Samuelsen, HB

 

Marius Kruse, HB Køge (Dannmark)

 

Jóhann Jøkladal Højbro, ÍF

 

Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ

 

Sølvi Johannesen, KÍ

 

Dávid Andreasen, KÍ

 

Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ

 

Silas Ólavsson Gaard, KÍ

 

Johan Josephsen, KÍ

 

Elias Isaksen, Víkingur

 

Áki Magnussen, Víkingur

 

Bartal Einarsson Petersen, TB

 

Andreas Midjord, TB

 

Venjingarlegan er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia frá 14. til 23. november. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Ísrael og Finnland eisini við í bólkinum.

 

Belgia, Ongland og Holland vera mótstøðulondini, tá U19-dreingirnir fara á venjingarlegu í Spania frá 19. til 27. september - Mynd: Hans Erik Danielsen