Trífalt so stórt rakstraravlop sum væntað

2015 hevur verið eitt gott ár fyri SEV.

Ikki kann sigast annað enn, at 2015 hevur verið eitt gott ár hjá SEV. Umframt at hava vunnið árligu náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, so hevur talan verið um eitt gott fíggjarligt ár hjá elfelagnum higartil í 2015. 


Mett var í fjør, at elfelagið í 2015 fór at kunna vísa á eitt rakstraravlop á 37,2 milliónir krónur, men nú 2015 er um at halla, so metir felagið, at rakstraravlopið fyri 2015 verður 98,1 milliónir krónur. Um tann metingin heldur, so verður rakstraravlopið 60,9 milliónir størri enn væntað, t.v.s. umleið ein trífaldan av væntaða úrslitinum.


Tað varð upplýst á eykaaðalfundinum hjá SEV í morgun. 


Fyrivarni verður tó tikið fyri, at avlopið verður møguliga nakað minni, men metir SEV ikki, at avlopið verður minni enn 85 milliónir krónur.


Nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, vísti í síni frágreiðing á, at tað serliga eru lægri útreiðslurnar til oljukostnað, ið er orsøkin til góða rakstraravlopið. Oljuútreiðslurnar fyri 2015 eru mettar at vera 93 milliónir krónur, ið er 48 milliónir minni enn áður mett.


Harumframt væntar elfelagið eisini eitt gott úrslit í 2016, har núverandi metingar nú eru, at felagið fer at kunna vísa á eitt rakstraravlop á 72 milliónir krónur.