U-21 liðið er sett

Navn er sett á teir ellivu, sum í kvøld byrja inni fyri U-21 landsliðið móti Týsklandi

Føroyska U-21 landsliðið skal í kvøld av álvara standa sína roynd. Týska U-21 landsliðið, sum hevur nógvar profilar á liðnum, kemur nevniliga á vitjan. Millum kendu nøvnini á týska U-21 landsliðnum kunnu millum annað nevnast Serge Gnabry (West Bromwich Albion), Max Meyer (Schalke 04), Maximilian Arnold (Wolfsburg) og Joshue Kimmith (Bayern Munchen).

 

Dysturin móti Týsklandi verður spældur í kvøld klokkan 17:30 á Tórsvølli.

 

Føroysku venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze, hava sett navn á teir ellivu, sum byrja dystin hjá Føroyum í kvøld.

 

Í mun til dystin móti Finnlandi fyri einum mánað síðani eru nakrar broytingr á tí føroyska liðnum. Fríði Sigurðsson, Andrias H. Eriksen, Gestur B. Dam og Jonas G. Hansen eru allir nýggir á liðnum í mun til dystin ímóti Finnlandi. Teir avloysa Elias Rasmussen, Poul N. Mikkelsen, Haraldur R. Højgaard og Meinhard Olsen.

 

 

 

Teir ellivu sum byrja fyri Føroyar eru:

Í mál: Fríði Sigurðsson (ÍF)

 

Í verjuni frá høgru: Leivur Joensen (ÍF), Andrias Eriksen (B36), Teitur Olsen (TB), Gestur B. Dam (B36)

 

Á miðjuni frá høgru: Jóannes Bjartalíð (KÍ), Jonas G. Hansen (TB), Betuel Hansen (Silkeborg), Hákun Edmundsson (NSÍ), Benjamin Heinesen (B36)

 

Fremsti maður: Jákup Thomsen (FC Midtjylland)