Rógva og røða á grækarismessu

Á Tvøroyri fara tey at gera eitt sindur meiri burturúr Grækarismessu, enn tey plagdu. Eisini á Sandi verður grækarismessuhald

Grækarismessa



Í dag er 12. mars og sostatt er grækarismessa. Í dag er nevniliga dagurin, tá ið tjaldrið, tjóðfuglur okkara, formliga kemur til landið og tann dagurin verður hátíðarhildin kring alt landið.
Eisini á Tvøroyri fara tey at hátíðarhalda grækarismessu og har fara tey at gera eitt sindur meiri burturúr, enn tey plagdu.
Í ár eru tað kappróðrarfelagið á Tvøroyri og felagið Naddoddur, sum skipa fyri haldinum. Og tað byrjar alt samalt klokkan 17.30 í dag við kappróðrarneystið.
Har verða tveir kappróðrarbátar hjá felagnum flotaðir.
Har er ætlanin at Naddoddur skal liggja og bíða eftir teimum og somuleiðis koma eisini tveir kappróðrarbátar úr Vági norður at at vera við í tiltakinum.
Gamlir rógvarar hjá kappróðrarfelagnum á Tvøroyri og gentumanningin á Firvaldi, fara siðani at rógva, saman við Nadoddi og teimum báðum vágsbátunum, vestur í neystið hjá Naddoddi.
Har verður sangur og Jónsvein Bech, prestur, fer at halda røðu og har fer eisini Tvøroyrar Kommuna at bjóða fólki kakao og bollar.
Men alt hetta er treytað av, at veðrið verður gott í morgin. Viðrar ikki, er ætlanin at hava grækarismessuhaldið leygardagin ístaðin.

Eisini prestur á Sandi
Eisini heima á Sandi í Sandoynni er ætlanin at halda grækarismessu. Har verður haldið klokkan 17.15 við Bankan, har fer Jákup Reinert Hansen, prestur at halda røðu