EB/Streymur er nýtt lið í næstbestu deildini. Fyrsta royndin var seinnapartin uppi á Brekku í Leirvík, har teir næstbestu hjá Víkingi tóku ímóti.
Talan var um málríka uppgerð. Víkingur vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-1.
Sigursmálið varð skorað, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Málskjútti var 16 ára gamli Aron Jarnskor Ellingsgaard. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Ellivu minuttir seinni umsetti hann brotsspark til 3-2. Hetta var fyrsta ferðin, at hann taldist millum málskjúttarnar á næstbesta liðnum hjá Víkingi.
Heimaliðið var frammanfyri 2-0. Fyrsta málið skoraði Noah Mneney í átjanda minutti, og Elias J. Lervig økti til 2-0 í 26. minutti.
Spenningurin varð kveiktur aftur, tá ið ein hálvur tími var farin, tí tá vóru teir á heimaliðnum óhepnir at gera sjálvmál.
Seytjan minuttir undan leikloki javnaði EB/Streymur til 2-2. Málskjútti var Fríði Kruse Johansen, og so var tað, at Víkingur skoraði 3-2 sigursmálið.
Tvíburarnir Elias og Hans Jákup Lervig, sum í fjør vóru nógv á besta Víkingaliðnum, spældu báðir allan dystin í dag á tamb.
Rói H. Olsen hjá EB/Streymi spældi bara fyrra hálvleik. Tað man bera boð um, at hann verður á dómaraseðlinum í morgin, tá ið besta liðið hjá EB/Streymi skal spæla á útivølli ímóti NSÍ.