at vit onga meininga hava um hendingarnar úti í heimi. Vit hava gjørt okkum meiningar, ofta ávirkað av teimum, ið hava uppalt okkum, uttan sjálvi kanska at hava sett okkum inn í tingini. Og hesar meiningar [...] so gjøgnumseyrgað í vesturheiminum í dag, at arabarar eru annar klassi, meðan ísraelsmenn stríðast fyri sínum sjálvsagda rætti at búsetast aftur í landinum, teir mistu góð hundrað ár eftir Jesu deyða, [...] eydnast at fáa fleiri við sær í grøvina. Hetta er teirra trúgv eins og kristna trúgvin hevur terroriserað ørvísi hugsandi í mong hundraðtals ár. Og vit føroyingar sita heima í okkara tryggu stovum og hyggja
varð tikið í brúk í 1999, har trygdar-viður-skifti og umstøður sum heild eru sera góðar, og er lónið eisini heilsufremjandi fyri fólk, sum hava ymiskar húðsjúkur, til tey, sum bara hava verið í gamla lóninum [...] Túrurin er í samband við undan EM-landsdystin á Laugardalsvøllinum seinnapartin 7. juni, endaliga tíðarfreistin fyri sjálvan dystin er ikki endalig enn. Eftir at føroyingar hava spælt 3 dystir, men hava bara [...] bara eitt stig, og hava í tveimum av dystunum spælt væl, og vónandi eru fleiri stig at fáa; vit hava ikki enn vunnið á Íslandi á teirra heimavølli, men einaferð skal tað verða. Sjálvir eru íslendingar av teirri
Klaksvík: Sosialurin kemur inn í hugnaliga stovuna hjá Sigrun Niclassen, sum er gift og býr í Klaksvík. Við vindeyga stendur Ansa og hon hevur eina lítla gentu í føvninginum. Fari yvir og hyggi eftir hesu [...] sigur Ansa, sum leggur aftur at, hvussu deilig og lekkur hennara prinsessa er. - Vit hava eisini bíðað í eini seks, sjey ár eftir henni. Sigrun sigur, at tað hjá henni var sum at byrja av nýggjum, tí tað hesuferð [...] ein son, sum eitur Ólavur. Hann verður fýra ár um stutta tíð. Hinvegin er hetta fyrsta barnið hjá Ansu og manninum. - So Sigrun var eitt slag av ráðgeva hjá mær í gjøgnum barnsburðin, tí hon hevur roynt tað
frammanfyri tað málið, hon hevur sett sær í mun til tíðarætlanina. ? Tá ið vit tóku við í kommununi fyri hálvumøðrum ári síðani, var skuldin 10,3 mill. krónur. 30. juni í ár skulu vit gjalda eitt eykaavdrag uppá [...] av til at orna innlegging av vatni í bygdini. Hetta er nakað, sum hevur ligið á láni, og tað verður farið í gongd við hetta arbeiðið seinni í hesum árinum. ? Vit hava sagt, at áðrenn skuldin er komin niður [...] størstu arbeiðsplássini í kommununi. Sjálvur arbeiðir Heðin sum formaður hjá IRF í Leirvík. Hvalvíkar kommuna hevur eisini nógv samarbeiði við hinar kommunurnar í Sundalagnum. ? Vit hava skipað eina felagskommunala
vaksin nú, men minnini vil eg altíð hava við mær, og tey hava verið og eru ein góð barlast at hava við á víðari ferð í lívinum. Og eitt er so heilt vist, eg havi onki annað enn góð minnir um ommu, og tað sama [...] Eitt tað besta omma visti, var at fáa meg heim í feriu, og eitt tað besta eg visti, var at koma heim og síggja hana standa stórsmílandi í túninum og bíða til eg kom oman av flogvøllinum og fáa eitt stórt [...] gomul, tá eg bleiv fødd og kom í húsið hjá teimum, tóku tey ímóti mær við opnum ørmum og hjørtum. Eg eri gott klár yvir, at tað til tíðir má hava verið strævið hjá ommu, at hava havt ein nýføðing at taka sær
Starvsfólkið á Ellis- og avlamisheiminum í Vágum er í døpurhuga. Tey hava fingið boð um, at heimið skal spara út við 800.000,- krónur í ár. Tað fer at ganga út yvir trivnaðin hjá bæði búfólki og starvsfólki [...] komnar eru av, at ellisheimið í Vágum hevur fingið boð um at rætta upp aftur gamalt hall í rakstrinum. Øll ellisheimini hava fingið somu framskrivingar, og eingin sparing er áløgd í hesum fíggjarárinum, sigur [...] heimið. Tey hava gjørt vart við seg á røttum støðum, siga starvsfólkini á Ellis- og røktarheiminum í Vágum. Hjá leiðslu, stýri, og landspolitikarum. Til dømis hava báðir løgtingsmenninir í Vágum fingið
tikkur Vit kunna vænta, at fleiri fólk í styttri ella longri tíðarskeið fara at búseta seg í Føroyum. So er spurningurin, hvar í landinum tey vilja búgva. Her í miðstaðarøkinum kunna vit vænta, at fólkatalið [...] koma hendavegin í samband við oljuvinnuna, hava sínar familjur við, at hesi fólkini eru von við at búseta seg ymsastaðni í heiminum, t.v.s. hetta verða fólk við aðrari mentan og annað mál, sum eisini setir [...] Elin Lindenskov forkvinna í Sosialu nevnd í Tórshavn Nú oljivinnan av álvara er farin at fyrireika seg her í Føroyum, eru fleiri kanningar og fyrireikingar gjørdar av havbotninum, umhvørvinum, havnaløgum
endaðu millum annað í Barcelona, har tær fingu innivist á bíligasta gistingarhúsinum saman við fjakkarum úr øllum heiminum. Men Guðrið, sum í dag er 47 ár og hevur egið keramikkverkstað í Havn, var heldur [...] vill, og fyrsta árið tosaðu vit ikki um annað enn, hvussu fantastiskt tað var, at vit høvdu funnið hvønn annan, sigur Doru, sum nú hevur búð í Føroyum í 20 ár. Í 1992 keypti hann sín fyrsta útróðrarbát [...] hevur eisini avspeglað liviháttin í parlagnum hjá Guðrið og Doru. Gerandisdagurin skal hava innihald og vera drívmegin í tilveruni, meðan materiell virði ongan týdning hava. - Tá eg flýddi úr Rumenia, visti
lønarviðurskifti uppi í, tá talan var um neyva gjøgnumgongd av stovnum í menning og frálíku bankaroknskapir, er annað mál! Føroyskir politikarar og okkara “fjórða” ríkisvald, sum tykist at hava í so nógv vald á [...] Í seinastuni eins væl og í farnum døgum kundi ein spurt seg sjálvan: “Hava Føroyar yvirhøvur hugburð at koma millum heimsins fremstu tjóðir!” Bæði politikarar og okkara loftmiðlar hava kært og kæra seg [...] evropearar: “Henda bilin skal hann ikki eiga, tá eitt ár er farið”, amerikumenn siga harafturímóti, at: ”Ein sovorðnan ætli eg mær eisini at hava, tá eitt ár er farið!”” Sæst ikki eisini ein ávísur hugburðsmunur
hjá Pola í Havn, arbeiddi í sínum ungu døgum í bókahandlinm hjá Hjalmari. Her kom mamma eisini at kenna Margrethu, sum var 11 ár yngri, og tær gjørdust væl longu tá. Mamma fór niður til Danmarkar í 1938, [...] byrjar bókabindarí í 1911 á Húsagarði. Í 1918 flytir hann niðan í Niels Finsensgøtu, og hann opnar bókahandil her sama dag sum H. N. Jacobsens bókahandil opnaði í gamla realskúla á Vaglinum. Í 1927 verður b [...] fleiri ferðir í Ísrael. Mortan fekk nýrasjúku og mátti hava dialysuviðgerð fleiri ferðir um vikuna, og hana kundi hann ikki fáa í Føroyum. Tískil komu tey at búgva á Hotel Tórshavn í 2½ ár. Her kom hennara