Hava Føroyar hugburð at koma millum fremstu tjóðir

Stórvegis hugburðsbroytingar skulu fremjast bæði í lóggevandi og útinnandi valdinum og í “fjórða” ríkisvaldinum, um “Visjón 2015 – Mál og vegir” ikki bara enda sum ein ævintýrdreymur og bluff

Í seinastuni eins væl og í farnum døgum kundi ein spurt seg sjálvan: “Hava Føroyar yvirhøvur hugburð at koma millum heimsins fremstu tjóðir!”

Bæði politikarar og okkara loftmiðlar hava kært og kæra seg um, at nøkur fólk í okkara samfelag vinna ov nógvan pening fyri sítt arbeiði. Einum rennur í huga tað, ið verður sagt um munin millum evropearan og amerikumannin.

Tað sigst, at “hevur evropeari ráð til ein Rolls Roys, siga aðrir evropearar: “Henda bilin skal hann ikki eiga, tá eitt ár er farið”, amerikumenn siga harafturímóti, at: ”Ein sovorðnan ætli eg mær eisini at hava, tá eitt ár er farið!””

Sæst ikki eisini ein ávísur hugburðsmunur aftur millum íslendingin og føroyingin?

 

Niðurbrótandi yvirskriftir

Yvirskriftir í loftmiðlunum, nú Eik-banki og Føroya Banki eru komnir við so góðum úrslitum eru, hvussu nógv stjórar og nevndarlimir hava “vunnið ov nógv”. Átti ikki meiri at verið gjørt burturúr, hvønn samfelagsligan týdnig hesir báðir stovnar hava fyri og í okkara samfelagsmenning!

Herfyri snúði tað seg um, bæði á politiska pallinum og í fjølmiðlum, at tað “mest vandamikla var og er, at nakrir fóru at vinna pening av Skálafjarðartunlinum!” Hesir ið løgdu rygg til fyri at skapa nakað. Hetta má forkomast!

At okkara langafarafiskimenn “skulu fáa skattafrádrátt fyri at búleikast á sjónum umborð á føroyskum fiskiskipum, og vinna okkum valuta, heldur enn at vera við norskum o. ø. skipi við betri treytum”, hava mangir politikarar funnist harðliga at!

Mong onnur eru dømini, eitt nú handverkarar í útheimi, sum vinna okkum valuta heim. Hetta lati eg liggja í fyrstu syftu.

 

Øvundin ger av við so mangt

Er tíðin ikki komin hjá føroyinginum at broyta hugburð. Hvat nyttar, sum eg eisini var inni á, meðan eg var landsstýrismaður, at geva út skreythefti við hálvtriðjahundrað síðum “Mál og vegir – Visjón 2015“, tá hugburðurin hjá landsins hægstu, “fjórða” ríkisvaldinum og helst mongum øðrum, er, sum hann er?

Íverksetaraefouri er millum politikarar og onnur fastlønt fólk í løtuni. Er hetta bert ævintýrdreymur, ið bert er bluff? Trúgva politikarar og fjølmiðlafólk, sum øvunda úrmælingum, ið fáa løn fyri terirra arbeiði, at hesin hugburður gevur gylt?

At føroysku bløðini høvdu lønarviðurskifti uppi í, tá talan var um neyva gjøgnumgongd av stovnum í menning og frálíku bankaroknskapir, er annað mál!

Føroyskir politikarar og okkara “fjórða” ríkisvald, sum tykist at hava í so nógv vald á lóggevandi og útinnandi valdinum, skulu fremja stórvegis hugburðsbroytingar, ja, gera eitt lop, sum ongin fyrr hevur sæð, um “Visjón 2015 - Mál og vegir”, verulig seriøs íverksetan og “Føroyar millum heimins fremstu lond”, ikki skal verða annað enn ævintýrdreymur og reint bluff!

Vit mugu tola og gleðast um, at onnur eru, ið vinna nógvan pening á privata arbeiðsmarknaðinum, at onnur eru, ið fingu betri evni til eitt nú tónlist, aðra list, í handilsskapi o. ø., og at vit øll kunnu skorða undir at hesi vinna pening og tað nógvan! Tað fer í longdini at tæna Føroyum og føra okkum samfeld á mál!

HYPERLINK "http://www.keldu.com" www.keldu.com

HYPERLINK "mailto:keldu@post.olivant.fo" keldu@post.olivant.fo