Starvsfólkið á Ellis- og avlamisheiminum í Vágum er í døpurhuga. Tey hava fingið boð um, at heimið skal spara út við 800.000,- krónur í ár. Tað fer at ganga út yvir trivnaðin hjá bæði búfólki og starvsfólki, siga tey.
Leiðarin á Ellis- og avlamisheiminum í Vágum, Helena Joensen, vísir til leiðsluna fyri heimarøkt og serforg, og í øðrum lagi til landsstýrismannin við almanna- og heilsumálum. Hon kann ikki í verandi støðu siga nakað um hetta málið, sigur hon, men heldur, at stovnurin og aðalráðið eiga at vita, hvørjar sparingar tey hava álagt teimum ymsu Ellisheimunum.
Tær sparingarnar eru ikki álagdar av politiskum myndugleika, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum.
Mary í Garði, stjóri fyri heimarøkt og serforsorg, sigur, at talan kann bert vera um lokalar sparingar, sum komnar eru av, at ellisheimið í Vágum hevur fingið boð um at rætta upp aftur gamalt hall í rakstrinum. Øll ellisheimini hava fingið somu framskrivingar, og eingin sparing er áløgd í hesum fíggjarárinum, sigur hon.
Ótti
Starvsfólkini á Ellis- og avlamisheiminum í Vágum siga, at tey bera ótta fyri, at hendan fráboðaðað sparingin, sum tey siga seg hava fingið at vita er ávegis, fer at ganga út yvir røktina av búfólkunum og heilsuna hjá starvsfólkunum.
Sparingin fer at merkja, at tað verða seks búfólk á Ellisheiminum til hvørt starvsfólk, sum er á vakt. Tað er eitt fleiri, enn onnur ellisheim hava, siga tey.
Okkurt starvsfólk er farið úr starvi, og sum tey skilja, skal eingin setast aftur í starv.
Hóast eingin beinleiðis verður sagdur úr starvi, fer sparingin at merkja, at tað verða eini trý-fýra ársverk færri á Ellisheiminum, siga starvsfólkini.
Tað fer so at gera, at starvsfólkini skulu renna skjótari fyri at náa tí, tey skulu gera.
Tey siga seg hava fingið at vita, at tey skulu arbeiða færri tímar dagliga, men hinvegin spreiða arbeiðstíðina yvir fleiri dagar. Tað vil siga, at vaktarskipaninar skulu broytast.
Tað fer so at gera, at tey í eitt nú sjey tímar skulu klára tað sama, sum fleiri fólk skuldu gera í átta tímar.
?Tað sigur seg sjálvt, at her fer tænastan at versna. Ikki bara tí, at vit hava minni tíð til arbeiðið, men eisini tí, at starvsfólkini verða verri fyri bæði so og so. Tey óttast strongd og fleiri sjúkradagar, og tað fer so aftur at ganga út yvir búfólkini, tí við slíkum ógvusligum sparingum, sum fráboðaðar eru, kann ikki væntast, at nakar peningur er til avloysarar heldur, siga tey.
Í ringasta føri kann hetta enda við, at starvsfólkini fara at kenna seg noydd at raðfesta, hvørji búfólk tey skulu taka fram um onnur.
?Øll hava tey brúk fyri røkt og hjálp, men tað kann í ringasta føri enda við, at onkur noyðist at liggja og bíða undir óvirðiligum umstøðum, meðan starvsfólkini eru upptikin av einum øðrum, siga tey.
Kundi verið loyst
Hetta málið kundi verið loyst á ein smidligan hátt, siga starvsfólkini, sum Sosialurin hevur tosað við.
Tey hava biðið um, at Ellisheimið í Vágum verður bygt út við tveimum stovum til búfólk. Tað hevði givið umleið eina hálva millión aftur at í almennum stuðuli, og so hevði trupulleikin verið loystur, halda starvsfólkini.
Tað búgva 34 fólk á Ellis- og avlamisheiminum í Vágum, og høvdu tey fingið 70,- krónur hvør um dagin afturat til raksturin, hevði støðan verið bjargað, siga starvsfólkini.
Talan er í grundini um smápengar í tí stóra samanhanginum. Men teir kundu sum einki loyst tann trupulleikan, sum starvsfólkini síggja fyri sær, nú ætlaða sparingin skal koma í gildi tann 2. mei.
Og útlitini eru einki serliga bjørt heldur, siga tey. 34 búpláss eru á heiminum, sum øll eru upptikin. Nógv tann størsti partuin av tungum røktarsjúklingum. Og oman fyri 60 fólk standa á bíðilista til at sleppa inn á heimið.
Tey hava gjørt vart við seg á røttum støðum, siga starvsfólkini á Ellis- og røktarheiminum í Vágum. Hjá leiðslu, stýri, og landspolitikarum.
Til dømis hava báðir løgtingsmenninir í Vágum fingið bræv frá teimum dagf. 3. mars, men í skrivandi stund er enn einki svar komið frá nøkrum teirra, siga starvsfólkini, sum kenna seg ógvuliga vónsvikin og slept upp á fjall av avvarðandi ábyrgdarpersónum.