Elin Lindenskov forkvinna í Sosialu nevnd
í Tórshavn
Nú oljivinnan av álvara er farin at fyrireika seg her í Føroyum, eru fleiri kanningar og fyrireikingar gjørdar av havbotninum, umhvørvinum, havnaløgum, tyrlupallum o.ø. Ongar kanningar ella fyrireikingar av samfelagnum sum heild. Enn vita vit ikki rættuliga, hvussu oljuvinna kemur at ávirka nærsamfelagið. Tí er tað sera umráðandi, at vit fyrireika okkum væl til hesa nýggju avbjóðingina. Hvussu verður tað, um fólkatalið í Føroyum fer at vaksa sera nógv? Hvar fara hesi fólk at búseta seg, og hvørji eru hesi fólkini? Og hvørji krøv koma hesi fólkini at seta til nærsamfelagið?
Bústaðarpolitikkur
Vit kunna vænta, at fleiri fólk í styttri ella longri tíðarskeið fara at búseta seg í Føroyum. So er spurningurin, hvar í landinum tey vilja búgva. Her í miðstaðarøkinum kunna vit vænta, at fólkatalið fer at vaksa. Okkurt oljufelag hevur longu tosað um, at teirra felag kemur at brúka eini 15 útlendsk starvsfólk. Hesir tilflytarnir hava sínar familjur við til Føroyar, so tað talið kann lættliga gerast nógv hægri. Hetta er bert byrjanin, hvussu verður so, um vit finna oljuna.
Ein so stór tilflyting krevur ein skipaðan bústaðarpolitik. Vit eiga at seta okkum spurningin, um vit framhaldandi skulu byggja hvør sítt hús og harvið lata tað upp til hvønn einstakan at finna sær bústað, ella vit vilja skipa ein bústaðarpolitik, har pláss og møguleikar eru hjá øllum.
Um vit velja at lata standa til, so kunnu vit vænta eina øking bæði í leigu- og húsaprísinum. Tá verða tað tey háløntu, sum hava møguleika at útvega sær bústaðir, meðan vanliga fólkið má taka við tí, sum einaferð verður eftir, ella tað, sum tey eru før fyri at gjalda.
Oljufeløg eru longu nú farin at lýsa í bløðunum eftir íbúðum/húsum til síni starvsfólk. Hetta er bara byrjanin, vit kunnu vænta at síggja nógv fleiri av hesum í framtíðini. Tí er tað sera umráðandi, at vit longu nú skipa ein alternativan íbúðarpolitik. Ein alternativan íbúðarpolitik, har pláss er fyri øllum.
Tað fyrsta, vit kunna gera, er at fáa eina leigulóg, eina lóg ,sum ásetir krøv til bæði leigaran og eigaran. Krøv um, hvussu ein í-búð skal verða, kostnað, leigusáttmálar o.s.fr. Vit eiga at gera tað møguligt at byggja og reka leiguíbúðir. Vit mugu skapa møguleikar soleiðis, at vit veruliga kunna velja, hvussu vit skulu búseta okkum, vit mugu burturúr okkara siðbundna hugburði, at hvør einstakur sjálvur skal verða bundin av at byggja síni hús og harvið binda seg fíggjarliga restina av lívinum.
Familjurnar
Vit kunna vænta, at tey fólk, sum koma hendavegin í samband við oljuvinnuna, hava sínar familjur við, at hesi fólkini eru von við at búseta seg ymsastaðni í heiminum, t.v.s. hetta verða fólk við aðrari mentan og annað mál, sum eisini setir krøv til okkara samfelag.
Fólkið, sum kemur hendavegin, kemur tí tey skulu arbeiða í Føroyum, tey vænta sjálvsagt, at barnagarðspláss og skúli er til børnini. Vit eiga at hugsa um, hvussu vit fyrireika okkum til at taka ímóti hesum fólkum. Tað kann sjálvsagt hugsast, at vinnan sjálv setir á stovn barnagarðar. Vit mugu ikki bíða til vinna sjálv fer undir at byggja stovnar, men heldur fyrireika okkum at taka ímóti enn fleiri børnum, sum skulu hava stovnspláss. Tá ið hesi børn koma til Føroyar, tosa tey ikki føroyskt, kanska verða tað fleiri ymisk mál, hetta eiga vit eisini at hugsa um og fyrireika okkum til.
Skúlabørnini, sum koma hendanvegin, tosa heldur ikki føroyskt. Aðrastani hevur oljuvinna sín egna altjóða skúla, har børnini verða undirvíst á enskum umframt móðurmáli sínum. Í Føroyum kunna vit ikki seta privatar skúlar á stovn. Sjálv trúgvi eg heldur ikki, at ein frískúlalóg er tann rætta loysnin. Harafturímóti kann hetta verða við til, at fólkaskúlin fær eina nýggja avbjóðing, um so verður, at krav verður sett um móðurmálsundirvísing og ella undirvísing á øðrum máli. Ein annar spurningur er so, um vit skulu slaka fyri øllum teimum krøvum, sum vinnan kann hugsast at seta fram. Vit eiga undir øllum umstøðum at tosa um slíkar spurningar og finna loysnir, helst áðrenn oljuvinnan av álvara kemur til Føroyar.
Mentanin
Ein annar áhugaverdur spurningur er, hvussu fer oljuvinnan at ávirka okkara mentan? Fólk, sum starvast innan oljuvinnuna, koma ymsastaðni frá, flest øll frá størri samfeløgum enn okkara. Hvørji krøv fara tey at seta til eitt nú frítíðartilboð, matstovur, skeinkiloyvi, náttarlívið o.a. Hvussu fer hetta at ávirka okkara samfelag. Eg havi ikki loysnina, men haldi, at vit eiga at taka slíkar spurningar við, tá ið vit fyrireika okkum, til hesa nýggju tíðina, sum uttan iva fer at ávirka okkara samfelag.