Tá løgreglan í gjár kannaði ferðsluna við Glasir í Havn fingu tveir bilførarar bót upp á 1500 og klipp í koyrkortið, tí at teir koyrdu øvugtan veg í rundkoyringini í Janusargøtu, har næmingar verða settir av.
Vaktleiðarin sigur, at onkur hevur kanska ilt við at skilja, hvussu vegurin er uppteknaður, tí tað sermerkta við hesi rundkoyring er, at har eru ongar avkoyringar, hon er líkasum bara til at seta fólk av og so at koyra útaftur. Men fyri tað skulu ferðslureglarnar haldast, tí tær eru galdandi har, og tað fingu hesir báðir bilførararnir so at kenna upp á tann harða mátan.
Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar, og har fekk ein treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra ov skjótt á Fuglafjarðarvegnum. Ein annar fekk klipp í koyrikorti fyri at koyra 78 km um tíman á Søldarfjarðavegnum.
Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið friðarligt í býnum, og at tað merkist, at nógv fólk eru burturstødd. Men tó so, ein maður fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar í Havn fyri at hava skumpað ein annan persón og lagt upp til slagsmál.












