Fyri júst 20 árum síðani fór 26 ára gamla havnagentan Guðrið Poulsen og ein vinkona á Interrail gjøgnum Europa.
Tær báðar endaðu millum annað í Barcelona, har tær fingu innivist á bíligasta gistingarhúsinum saman við fjakkarum úr øllum heiminum.
Men Guðrið, sum í dag er 47 ár og hevur egið keramikkverkstað í Havn, var heldur ikki farin til Barcelona fyri at uppliva luksus. Ætlanin var at síggja verkini hjá navnframa keramikk-arkitektinum Gaudi. Men lítið visti hon um, at hesar dagarnir í Spania skuldu kollvelta tilveruna og kortleggja framtíð hennara.
- Tann eina dagin siti eg einsamøll á einari fortovskafé og drekki caffé latte, meðan eg eygleiði býarmeldrið á Plaza Real, sum er eitt satt inferno av lívi, larmi og litum. Vinkonan var farin við einum sjeiki onkrastaðni, og eg var bæði troytt og irriterað inn á hesar útlendsku mennirnar, sum alla tíðina royndu at koma í samband við meg. Ímillum teir var eisini Doru, sum eg ikki kendi tá. Hann sá eisini út til at vera í ringum lag. Eg hugsaði við mær sjálvari, at handan mannin tími eg ikki í hóslag við, minnist Guðrið Poulsen.
Gerandisdagurin ræður
Guðrið og 54 ára gamli Doru sita undir liðuni á hvørjum øðrum við spísiborðið, við rokaðu bókahillini í bakgrundini. Vit eru stødd mitt í Havn, í húsinum har ”Hjørnahandilin” var fyrr. Tey bjóða drekka úr keramikkkoppum og nýbakaðum hjarta-scones við smøri og súltutoyi.
- Fyrsta árið tosaðu vit alla tíðina um, hvussu fantastiskt tað var, at vit bæði høvdu funnið hvønn annan. Tað var eitt satt undur, greiðir Doru á Torvlaðnum frá. Hóast eftirnavnið er føroyskt, orðavalið fullkomið og maðurin útróðrarmaður, so hoyrist, at hann er ikki føroyingur.
Doru er rumeni og flýddi til vesturheimin, tá kalda kríggið var upp á tað kaldasta. Sum so nógv onnur intellektuel, varð hann fongslaður heima í Rumenia fyri meiningar sínar. Leyslatin, tók hann beinini upp á nakkan og rýmdi yvirum.
- Tá eg hitti Guðrið, búði eg á einum pinka evarska lítlum kamari mitt í Barcelona í Spania saman við fleiri øðrum rumenskum monnum. Har var so trongt, at vit máttu skiftast um at vera heima og sova. Men tað hevði ongan týdning, tí vit høvdu allir tað í felag, at vit vóru flýddir undan harðrenda einaræðinum hjá Nicolae Ceau?escu í Rumenia, og vóru ovurfegnir um at vera á lívi, sigur Doru, sum hevur lisið filosofi á universitetinum í høvuðsstaðnum Bukarest.
Doru forklárar, at teir livdu í einum slagi av limbo, ella ongamannalandi, har teir bíðaðu eftir at fáa uppihaldsloyvi. Peningur og materiell virði høvdu púrt ongan týdning, og í prinsippinum kundu teir gingið naknir runt í gøtunum í Barcelona og kortini verið nøgdir.
- Vilt tú vera ein livandi menniskja, hevur frælsi alt at siga. Frælsi at gera, virka, liva og siga tað tú hevur upp á hjarta, uttan vanda fyri at verða avdúkaður ella settur fastur, hugleiðir Doru.
Hetta hevur eisini avspeglað liviháttin í parlagnum hjá Guðrið og Doru. Gerandisdagurin skal hava innihald og vera drívmegin í tilveruni, meðan materiell virði ongan týdning hava.
- Tá eg flýddi úr Rumenia, visti eg, at eg fór ongantíð í lívinum at koma heim aftur. Hetta var sera svárt, eisini tí eg var so vónbrotin av landsmonnum mínum, sigur Doru, sum bara hevði ein dreym í lívinum: At sita á einari strond í Australia og kaga út á opið hav.
Lofta lagnuni í løtuni
Sum sagt var Doru eisini í ringum lag hendan dagin í Barcelona. Men av onkrari orsøk kom hann upp á tal við Guðrið. Fyrst á fortovskaféini, og næsta samdøgrið alla møguliga staðni í spanska býnum.
- Allan dagin og náttina við spákaðu vit í gøtunum og prátaðu. Hvørgin okkara minnist akkurát, hvat vit tosaðu um. Men vit vóru ikki eitt sekund í iva um, at vit skuldu vera saman altíð. Vit vóru so samd um tey grundleggjandi virðini í lívinum, at vit vóru sum skapt fyri hvørt annað. Ein kundi sagt, at hesa náttina undir einari fontenu mitt í Barcelona forseglaðu vit eina pagt ella ein ósjónligan sáttmála, sum hevur hildið síðan, sigur Guðrið.
Og Doru filosoferar víðari, at tað eru løtur í lívinum, sum fáa avgerandi týdning fyri restina av tilveruni, og tá mást tú vera til reiðar at lofta løtuni, ella lagnuni, um tú vilt.
- Hetta var so serligt, at eg trúgvi ikki, at tað var tilvildarligt, at eg og Guðrið møttu hvørjum øðrum. Vit vóru so ymisk, bæði mentanarliga og málsliga, og aldursmunurin var stórur, sigur Doru, sum rópar tað eitt ”moment of clearness”.
- Ein sætti sansur segði mær, at her var talan um eina stóra hending, sum eg ikki kundi lata fara framvið, sigur hann.
Næstu vikuna vóru tey bæði elskandi saman alla tíðina. Tann eina dagin fóru tey oman á skonnartina hjá Christoffer Columbus, sum liggur við bryggjuna í Barcelona. Har tóku tey eisini ring upp á.
Dansa við mær!
Tað er ein kend søk, at í kærleika, og ikki minst í forelskilsi, finna fólk upp á alt møguligt svakt. Tann eina dagin vildi Guðrið kanna, hvussu sterkur kærleikin var, og hvussu langt Doru vildi fara fyri hana. Hetta var á alljósum degi á einum ósjarmerandi kafeteria, har nakrar sløvar sálir sótu og ótu av hvør sínum plastbakka.
- Dansa við mær, segði Guðrið við Doru, sum beinanvegin skilti boðskapin: reistist, bukkaði og bjóðaði henni upp.
- Har dansaður vit so runt. Tætt og forelskað, sum í einari psykosu. Fólk hildu okkum sjálvandi vera svøk, tí staðið var alt annað enn romantiskt. Sum um onkur knappliga fór at dansa kjálkadans á Sjómansheiminum í Runavík, flennir Guðrið, sum tó vísir á, at hendan hendingin hevði stóran týdning fyri hana. Tí, sum hon sigur: Segði hann ja við meg tá, so segði hann í veruleikanum ja til alt við mær.
Misti sambandið í Europa
Men alt fær sín enda. Eisini ørligu dagarnir í nývunna kærleiksrúsinum. Guðrið og vinkonan høvdu alla tíðina ætlað, at interrail-túrurin eisini skuldi fevna um Grikkaland. Nú høvdu tær verið í Spania í eina viku, og vildu halda leiðina fram. Men kærleikin var vissur, og tí legði Guðrið nakað av viðføri eftir á kamarinum hjá Doru, og lovaði at koma aftur vikuna eftir, so tey kundu fylgjast upp til Føroyar saman. Tí tað høvdu tey longu avrátt: at Doru skuldu koma við heim til Føroyar, har tey vildu liva saman restina av lívinum.
Men Doru, sum var ikki vanur við at líta á fólk, var sannførdur um, at Guðrið góða ongantíð fór at koma aftur.
- Eg fór fullkomiliga í svart og drakk meg frá viti og skili í fleiri dagar fyri at gloyma hana, minnist hann.
So meðan Guðrið sat og longdist og læs kærleiksyrkingar eftir Neruda yviri í Grikkalandi, gekk Doru dýrandi fullur og græt í Barcelona. Og tá hon so brádliga stóð í hurðini aftur, var hann sannførdur um, at hann var blivin svakur.
Við ongum passi ella visum, kundi Doru ikki ferðast lógliga um landamørk. Men hetta skuldi so ikki forða parinum, sum hevði sett seg fyri at giftast og at seta búgv í Føroyum.
Næstu dagarnar var ætlanin at fylgjast upp gjøgnum Europa við toki. Men áðrenn landamørkini skuldi Doru fara av, og snýkja seg framvið vaktunum til næstu tokstøð, har hann skuldi aftur møta Guðrið. Hetta gekk fínt millum Spania til Frakland, higani tey fylgdust upp til París.
- Tað var ein ómetalig intens løta í París. Vit sótu í einari park í oysandi regni og ótu ein matpakka, áðrenn vit skiltust aftur.
Hesaferð var ætlanin, at tey skuldu hittast á tokstøðini í Hamburg. Men, tá Guðrið kom fram, var ongin Doru. Hann var burtur. Í villareiði fór hon einsamøll til Danmarkar.
Seinni vísti tað seg, at Doru hevði verið ½ tíma ov seinur til Hamburg. Men tá ongin Guðrið var at finna, tók hann eina aðra rutu upp til Danmarkar. Hetta var áðrenn fartelefonirnar, so tey høvdu onki samband við hvørt annað millum París og Danmark.
- Vit fylgdust paralelt upp gjøgnum Europa. Guðrið, lógliga við passi, meðan eg mátti snýkja meg fram allastaðni. Tí varð eg tikin, var heilt galið, sigur Doru, sum kom til Velje fimm tímar aftan á at Guðrið var komin til familjuna á Amager. Tá tey so hittust aftur, fóru tey beina leið á politistøðina, fyri at fáa pappír til Doru, so hann kundi sleppa við til Føroyar.
- Vit vóru bara so býtt og naiv. Hildu, at nú vit vóru komin til Danmarkar, kundu vit bara fara inn og fáa tingini avgreidd, minnist Guðrið.
Doru bleiv nevniliga handtikin og sendur við fyrsta farti til eina flóttafólkalegu í Týsklandi.
Har stóðu tey nú. Guðrið á veg til Føroyar við Norrønu, og Doru innilæstur í einari týskari flóttafólkalegu. Bara tvær vikur eftir, at tey høvdu funnið hvørt annað á einari café í Barcelona. Og síðsti báturin til Føroyar fór avstað fáar dagar seinni.
Men í leguni var ein sera blíður týskur ovasti, ið tóktiskt at skilja støðuna hjá forelskaða rumenanum.
- Ein dagin rópti hann meg inn á skrivstovuna, har hann, líkasum undirhonds, gav mær eitt fyribils pass. Og so bað hann meg bíða eftir innfararloyvinum. Men eg skilti á øllum brøgdum, at hann vildi hava meg at drøna avstað, tí hann hevði helst longu gjøgnumskoðað, at eg fór ikki at fáa innfararloyvi til Danmarkar, sigur Doru, sum alt fyri eitt tók til rýmingar.
Við markið til Danmarkar leyp hann upp um ein runn, og blakaði seg beint í føvningin á einum vakti, sum sat og sólaði sær hinumegin markið. So tað var bara at spurta avstað.
- Eg valdi at fara ólógliga til Føroyar við síðsta fartinum hjá Norrøna tað summarið. Eg var bebbaræddur fyri at verða tikin av løgregluni í Føroyum, og risti og skalv, tá eg kom í land, minnist Doru.
Men, tað einasta, sum føroysku tollararnir søgdu var: ”Sprutt ella siggarettir?”!! So Doru risti á høvdinum og slapp sær í land, har Guðrið stóð og bíðaði. Hóast hon ikki visti, at hann kom við hesum síðsta fartinum, hevði hon kent á sær, at best mundi vera at fara oman á keiina at vita. So frøin var stór hendan kalda fyrrapartin við bryggjuna í Havn.
Presturin tók ræðið
- Vit vóru so paranoid nú, at vit vildu bara giftast alt fyri eitt, fortelur Doru. Men, tá fútin tóktist at súlta málið, settu tey seg í samband við Marjuna Bæk, prest, og spurdu hana, um hon vildi gifta tey. Hon bað um eina nátt at umhugsa seg í. Og so játtaði hon at gifta tey. Hetta var 12 dagar eftir at Doru var komin til Føroyar. Tí mátti tey hava kongabræv frá Ríkisumboðnum, fyri at sleppa undan at lýsa brúdleypið.
- Tað var púra vilt. Mamma hevði skaffað mær ein kjóla og eitt blómutyssi. Og so koyrdu hon og pápi meg og hendan fremmanda útlendingin við fúkandi ferð norður eftir oyggj at giftast, sigur Guðrið, og tey minnast aftur á tað, sum tey rópa vakrasta dagin í lívinum: Inni á gólvinum í prestagarðinum ein vakran sólskinsdag í Kvívík, saman við presti, foreldrum og tveimum syskjum hjá Guðrið.
- Tað var eitt satt dreymabrúdleyp. Vit høvdu verið so nógv ígjøgnum longu, at tað helst hevur ment kærleikan. So vit vóru púra vill, og fyrsta árið tosaðu vit ikki um annað enn, hvussu fantastiskt tað var, at vit høvdu funnið hvønn annan, sigur Doru, sum nú hevur búð í Føroyum í 20 ár. Í 1992 keypti hann sín fyrsta útróðrarbát, Guðrið, og soleiðis fann rumenski filosoffurin brádliga eydnuna í oyggjalandinum Føroyar, sum útróðrarmaðurin Doru á Torvlaðnum.
Og hóast dreymurin um Australia ongantíð varð veruleikin, kom havið kortini at fylla gerandisdagin hjá Doru. Havið, sum fyri hann er ímyndin av frælsi. Her í Føroyum, saman við elskaðu konu síni Guðrið Poulsen, sum hann eigur tvey deilig børn saman við.
--
Írsk hjarta-scones
4 dl. av hveitimjøli
2 tsk. av bakipulvuri
½ spsk. av sukur
½ tsk. av salt
3 spsk. av smøri
1 ¼ dl. av blak
Savna tilfarið og rulla tað út ½ cm tjúkt. Stikk út við einum hjartaformi. Baka við 225 stigum í umleið 12 minuttir.