Brynhild Solveig Hansen, minningarorð

Minningarorð um mína elskaðu ommu
fødd 28. desember 1921 andaðist 8. apríl 2006

Leygarmorgunin 8. apríl fekk eg tey tungu boðini, at mín elskaða omma var farin.
Eg var sjálvsagt gott klár yvir, at omma ikki var heilt ung longur, og at hon ikki hevði havt tað so gott ta seinastu tíðina. Men at eg skuldi missa hana nú, kom heilt óvart á meg.
 
Seinast eg sá ommu var nýggjársmorgun, áðrenn eg fór við flúgvaranum aftur til Danmarkar eftir jólafrítíðina, og hóast vit fáar dagar frammanundan høvdu hildið hennara 84 ára føðingardag, vardi tað meg ikki, at hettar var síðstu ferð, eg skuldi síggja ommu á lívi. Hon var hendan morgunin frísk og væl uppløgd, gekk og trippaði runt um meg, spurdi um eg nú hevði minst til alt, um eg hevði fingið nokk av fiski við, um eg ikki vildi hava ein bita, áðrenn eg fór og gav mær eitt par av ullintum hosum, sum hon sjálv hevði bundið og bað Gud geva mær heilsuna at slíta tær. Men sjálvt um hon gekk soleiðis og hjálpti mær við at blíva ferðaklár, visti eg eisini væl, at tað var við tungum hjarta, at hon gjørdi tað, og at hon ynskti, at eg ikki skuldi avstað aftur longu.
 
Eitt tað besta omma visti, var at fáa meg heim í feriu, og eitt tað besta eg visti, var at koma heim og síggja hana standa stórsmílandi í túninum og bíða til eg kom oman av flogvøllinum og fáa eitt stórt klemm og ein muss á kjálkan frá henni. Tí var tað eisini við einari serstakliga tómari kenslu, at eg kom heim til jarðarferðina, og fyri fyrstu ferð upplivdi, at ongin omma stóð stórsmílandi í túninum og tók ímóti mær við opnum armum. Og serliga tungt er tað at hugsa um, at eg ongantíð skal uppliva hennara gleði aftur og ongantíð fáa eitt klemm og ein muss frá henni aftur.
 
Eg og omma hava altíð havt eitt ótrúliga tætt forhold, og omma hevur altíð verið nakað heilt serligt fyri meg. Eg havi stórt sæð alt mítt lív búð hjá ommu og abba, og eingin kundi hugsa sær eitt tryggari heim og ein betri uppvøkstur, enn eg havi havt. Sjálvt um omma og abbi vóru rættuliga gomul, tá eg bleiv fødd og kom í húsið hjá teimum, tóku tey ímóti mær við opnum ørmum og hjørtum. Eg eri gott klár yvir, at tað til tíðir má hava verið strævið hjá ommu, at hava havt ein nýføðing at taka sær av, og kanska ikki minni strævið, tá eg bleiv tannáringur. Men ongantíð hevur omma klaga (gramt seg) um nakað, eg havi, um ein kann siga so, aldrin følt meg sum eina byrðu, men meira sum eitt ynskibarn og altíð fingið allan tann kærleika og alla ta umsorgan, sum eitt barn kann ynskja sær og hevur brúk fyri, fyri at trívast, hava tað gott og føla seg trygt. Og serliga tryggleikin hevur verið stórur. Eg minnist meg ongantíð at hava verið komna heim í eitt tómt hús. Frá morgun til kvøld var omma til staðar. Hvønn morgun kom hon upp við mær og syrgdi fyri, at eg kom í skúla, og áðrenn eg fór út gjøgnum hurðina, signaði hon meg og so góvu vit hvørja aðrari ein muss á kjálkan. Og tá dagurin var liðugur, og eg skuldi í song, var tað so deiligt at sleppa inn at sova ímillum hjá ommu og abba. Har lærdu tey bæði meg at biðja faðir vár, og aftaná at omma hevði signað meg, plagdu hon og abbi at lesa eina søgu fyri mær, ella sjálvi finna uppá onkra. Og var eg stadigvekk ikki sovnaðtá søgan var liðug, plagdi omma at syngja »Eg veit ein góðan seyðamann« fyri mær, meðan hon lá og kýndi mær um ryggin.
Alt hettar er sjálvandi ein farin tíð, og eg eri blivin vaksin nú, men minnini vil eg altíð hava við mær, og tey hava verið og eru ein góð barlast at hava við á víðari ferð í lívinum. Og eitt er so heilt vist, eg havi onki annað enn góð minnir um ommu, og tað sama veit eg er galdandi fyri øll hini í familjuni og í heila tikið fyri øll, sum kendu hana. Ongin sum nakrantíð hevur møtt ommu, kundi annað enn vera góður við hana og  minnast henni alt gott. Tað er so ótrúliga rámandi, sum Margar Toftegaard lýsti ommu til jarðarferðina. Hann kallaði hana fyri »tann lítla konan við tí stóra hjartanum«. Og tað var akkurát hennara stóra hjarta og stóri kærleiki til øll síni medmenniskju og serliga familjuna, sum gjørdi, at hon var so nemm at vera góð við. Hon var altíð blíð at koma inn til hjá fólki og var beinanvegin klár við einum kaffimunni og onkrum góðum afturvið. Og tolin var hon sum tey fægstu. Vit hava eina stóra familju og ofta komu nógv inn á gólvið samstundis, og tað kundi blíva nógvur larmur. Men hon klagaði ikki um larmin og skeldaði ongan. Hon var bara glað fyri at fáa síni kæru inn á gólvið til eina og hvørja tíð. Og hartil hevði omma eina lívsgleði og lívsstyrki sum ongin annar, eg kenni. Omma hevur havt nógvar stórar sorgir í sínum lívi. Hon hevur mist fýra børn og mannin hjá sær, men hóast tað, misti hon ongantíð gleðina við lívinum. Hon var altíð klár at ugga okkum onnur, ið høvdu mist, hóast hon sjálvt hevði mist líka nógv sum vit. Tí følist tað eisini so serliga tungt nú at hava mist ommu. Nú havi eg ikki hana longur at lena meg afturat, tá lívið er tungt og keðiligt, og tað er tað nemliga í hesi løtu. Eg og restin av familjuni hava mist nakað so ómetaliga dýrabart í okkara lívi. Tað er so satt sum tað verður sagt, at tann, sum eigur nógv, hevur nógv at missa, og hevur nakar átt nógv, so eru tað vit øll, sum hava havt gleðina av at kenna og vera elskaði av ommu ígjøgnum alt okkara lív. Omma hevur verið ein so ótrúliga stór og góð gáva fyri okkum øll, at tað er ringt at seta orð á tað. Tilsvarandi er tað eisini ringt at seta orð á ta stóru sorg og tað stóra tómrúmið, sum vit sita eftir við nú, ið hon er farin herfrá. Eg vildi so gjarna havt hana her á jørð hjá mær altíð; vildi so gjarna ynskt, at eg kundi uppliva lívsins gleðir saman við henni, og at hon kundi uppliva meg blíva útlærda í summar. Men soleiðis skuldi tað ikki vera. Nú hevur omma fingið frið og er farin heim til Faðirin í himmalinum og heim til øll tey, sum hon hevur mist og hevur longst so innarliga eftir. Ein dag skal eisini eg møta ommu aftur, og til ta tíð vil hon liva víðari í mínum hjarta og upp á tann hátt vera við mær í øllum mínum gleðum og sorgum í lívinum. Friður verið yvir minninum um mína elskaðu ommu.
 
Ommudótturin Janna