Klaksvík:
Sosialurin kemur inn í hugnaliga stovuna hjá Sigrun Niclassen, sum er gift og býr í Klaksvík. Við vindeyga stendur Ansa og hon hevur eina lítla gentu í føvninginum. Fari yvir og hyggi eftir hesu fittu gentu, og beinanvegin merki eg hendan serliga angan av nýføðingum.
- Hetta er ikki mín, hesa eigur Sigrun. Mín liggur har, sigur Ansa og peikar á sofuna, har at síggja til bert ein dýna liggur.
Fari yvir og hyggi. Og jú, undir dýnuni liggur mín sann ein lítil prinsessa afturat.
Vit sessast í sofuni og so byrja tær at greiða frá.
Ansa sigur, at hon fann út av, at hon var við barn, beint áðrenn hon og maðurin skuldu fara suðureftir ein túr. Hon gjørdi av, at ikki siga tað fyri nøkrum ? uttan Sigrun sjálvandi.
- Vit fóru so suðureftir og tað gekk alt fínt. Tá vit komu aftur til Kastrup, ringdi eg heim til mammu. Beint áðrenn eg skuldi siga bei, helt eg, at eg mátti heldur siga henni, at eg var við barn. So eg segði tað. Og tað fyrsta hon segði var: Ikki eisini tú??? greiðir Ansa frá og so flenna tær báðar so hjartaliga og hyggja eymliga at báðum prinsessunum, sum tær sita við.
Framman undan eiga Sigrun og maðurin ein son, sum eitur Ólavur. Hann verður fýra ár um stutta tíð. Hinvegin er hetta fyrsta barnið hjá Ansu og manninum.
- So Sigrun var eitt slag av ráðgeva hjá mær í gjøgnum barnsburðin, tí hon hevur roynt tað áður. Tað var deiligt, sigur Ansa, sum leggur aftur at, hvussu deilig og lekkur hennara prinsessa er.
- Vit hava eisini bíðað í eini seks, sjey ár eftir henni.
Sigrun sigur, at tað hjá henni var sum at byrja av nýggjum, tí tað hesuferð var ein genta.
- Tann einasti munurin hjá okkum báðum var, at eg eigi eitt frammanundan, heldur Sigrun.
Og tíðin gekk skjótt, meðan tær vóru við barn. Ansa átti Ragnheiður tann 13. apríl og Sigrun átti Ásu tann 01. mei. Felags fyri báðar er, at tær áttu áðrenn tær vóru settar at eiga. Ansa knappar tvær vikur og Sigrun knapt eina viku áðrenn.
Mamman hjá Ansu og Sigrun kemur inn í stovuna og tekur Ragnheiður frá Ansu og fer at skifta henni.
- Mamma sigur, at tá vit báðar eru við diddunum á Viðareiði hjá henni, so er tað júst sum um hon hevur fingið tvíburðar umaftur, tí tað er so lítið í millum tær, siga Ansa og Sigrun við ein munn.
Meðan vit bíða eftir, at Ragnheiður verður skift, greiða tær báðar ernu mammurnar frá teirra fyrsta trillitúri á Viðareiði.
- Tað var at samanbera við, tá drotningin er á vitjan. Fólk komu út í móti okkum at ynskja til lukku og práta ? og sjálvandi at hyggja eftir diddunum, greiðir Ansa frá.
- Og nógvastaðni komu fólk í vindeyguni at vinka, so tað var ordiliga stuttligt, leggur Sigrun afturat.
Tær siga eisini, at tær hava fingið so nógvar gávur, so hvørki Ása ella Ragnheiður koma at mangla klæðir fyribils.
Vit práta eisini um hetta at vera tvíburðar. Tær siga báðar, at hóast tær ikki eru eineggjaðar, so eru tær sera líkar.
- Vit plagdu onkuntíð fyrr at gera eina roynd, meðan vit tosaðu í telefon. Vit avtalaðu, at báðar skuldu hugsa um ein sang, og so byrja at syngja. Uttan at hin visti hvønn sang onnur hugsaði um. Og hvørja ferð, so byrjaðu vit at syngja sama sang, sigur Sigrun og smílist.
Sum systrar flestar, so eru tær sera væl, og tosa altíð saman.
- Vit siga loyndarmál fyri hvørjari aðrari, sum ongin annar veit nakað um, og soleiðis fer tað altíð at verða, sigur Ansa.
Tað er sjálvdan, at tað fer nakar dagur burtur ímillum, har tvíburðarnir ikki tosa saman. Tað gongur fyri tað mest a fyri seg yvir telefonina, tí Sigrun býr í Klaksvík og Ansa í Havn.
Nú kemur mamma teirra inn aftur við Ragnheiður, sum pjátrar eitt sindur, óivað vælnøgd, tí nú er hon rein. So fara vit at taka myndir og síðani takka vit fyri prátið.