Okkar fordómar

Oddagrein

 

Vit føroyingar liva trygt her í landinum, uttan at gáa alt ov nógv eftir hvat hendir kring okkum. Útheimurin er útheimurin, og hann er ikki heima hjá okkum. Tað sum hendir í útheiminum hendir í útheiminum, og er so evindaliga fjart frá okkara egna trygga og hugnaliga gerandisdegi.


Ikki soleiðis, at vit onga meininga hava um hendingarnar úti í heimi. Vit hava gjørt okkum meiningar, ofta ávirkað av teimum, ið hava uppalt okkum, uttan sjálvi kanska at hava sett okkum inn í tingini. Og hesar meiningar eru ofta meira stýrdar av fordómum enn nakað annað. Tað er ikki óvanligt at hoyra í Føroyum niðurstøður sum hesar: Soleiðis eru norðmenn, soleiðis eru týskarar, soleiðis eru arabarar.


Soleiðis eru arabarar? Hendan setning kunnu flestu føroyingar taka undir við, hóast tey fægstu av okkum hava staðið andlit til andlit við ein arabara. Neyvan millum nøkur fólkasløg verður málað so svart og hvítt, sum millum arabarar og jødar og vesturheimurin tekur fuld undir við jødunum, har okkara kristindómur er sprottin úr. Tað er so gjøgnumseyrgað í vesturheiminum í dag, at arabarar eru annar klassi, meðan ísraelsmenn stríðast fyri sínum sjálvsagda rætti at búsetast aftur í landinum, teir mistu góð hundrað ár eftir Jesu deyða, at ongin dittar sær at seta spurningin, um rætturin er sjálvsagdur, og ongin torir rættuliga at hava eina hugsan um avleiðingarnar av hesum sjálvsagda rætti. Og vit eru ósek í at hugsa soleiðis, tí soleiðis eru vit uppald líka síðan krossferðirnar, tá víðgongd kristin, eins og útlendsku stuðlarnir hjá Bin Laden í dag stríðast í Afghanistan, fóru til Palestina at verja heilaga landið.


Seinastu dagarnar hevur verið rættuligt kríggj millum Ísrael og Palestinar. Tað byrjaði við eini palestnentiskari sjálvmorðsbumbu, ið kravdi 27 mannalív og síðan regnaðu missilar frá ísraelskum flogførum og tyrlum yvir báðar palestinensisku landspartarnar. Mikudagin doyði aftur ein palestini fyri egnari hond uttanfyri eitt hotel í Jerusalem. Hann hevði eina bumbu uppi á sær. Ætlanin var at beina fyri tveimum ísraelskum ráðharrum. Kenda bretska sjónvarpsstøðin BBC vitjaði familjuna hjá hesum manni beint aftaná. Familjan var skelkað. Tey vistu einki um, at maðurin var virkin í Hamas. Hann var farin frá húsum um náttina. Hevði sagt konuni farvæl, biðið hana ansa væl eftir soninum og síðan var hann horvin. Familjan var errin av honum hóast sorgina og harmaðist, at honum ikki var eydnast at fáa fleiri við sær í grøvina. Hetta er teirra trúgv eins og kristna trúgvin hevur terroriserað ørvísi hugsandi í mong hundraðtals ár.


Og vit føroyingar sita heima í okkara tryggu stovum og hyggja eftir, vit kunnu ikki annað. Eina hevndaratsóknin verður avloyst av tí næstu og tað er ringt at skilja í millum, hvør er gavstrikkurin og hvør er hetjan. Vit kunnu velja av gomlum vana at halda við tí vit altíð hava hildið við, ella vit kunnu gera okkum eina sjálvstøðuga meining um trupulleikan. Ella sum bretski forsætisráðharrin Tony Blaire segði herfyri. Einaferð mugu partarnir sessast og tosa saman, annars verður ikki friður. Og til tann løtan er komin, verður hildið fram við harðskapinum og eyðmýkingini frá báðum pørtum.