Komuhøllini ber eisini til at keypa sær okkurt leskandi og sita eina løtu. Hettar er eisini eitt sera gott høvi at síggja Sjónleikarhúsið innan. Og sjálvandi ber eisini til at tekna seg sum lim henda dag [...] tílíkan dag, og er ætlanin at hava tey best umtøktu tiltøkini við aftur nú saman við onkrum øðrum. »Skemtikøkurin« (Det muntre køkken), »Bóltakast« og »Seymsláing« fara tey at hava í Snikkarastovu í kjallaranum [...] á síðupallinum. Og í sjálvum Salinum er ætlanin at hava ein »Loppumarknað« uttan sín líka. Men hettar er alt sjálvandi treytað av, hvussu røsk fólk eru at rudda út heima og geva teimum í Sjónleikarhúsinum
er ikki er millum teir størstu, so tykist kortini at vera stórur áhugi fyri honum. Nógv fólk leita á básin at vita, hvønn leiklut Føroyar ætla sær at hava í eini framtíðar oljuvinnu. Seinnapartin í gjár [...] sigur, at tað mest umráðandi á hesum støðinum er at fáa samstarv í lag millum føroyskar og útlendskar fyritøkur. Hóast oljuvinnan enn liggur nakað væl úti í framtíðini, so er tað longu nú, at ein eigur [...] eigur at finna samstarvspartarnar. Og hóast eingin olja verður funnin í Føroyum, so finst eisini ein marknaður uttan fyri landoddarnar. Her er talan um hjá føroyskum fyritøkum at verða við til at lata vørur
møguleika hava at svara, sigur hann. ? Hatta er manipulatión, og eg haldi tað vera harmuligt, at Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum ikki vil geva fólki møguleika at svara soleiðis, at kanning veruliga [...] Tidende hava kunngjørt nú um dagarnar, sigur greitt, at fólkið tekur undir við fullveldisætlanunum hjá Landsstýrinum. Eitt nú vísir kanningin, at heili 38% av javnaðarveljarunum tekur undir við ætlanunum [...] ikki eigur at umhugsa støðuna av nýggjum: ? Eg havi eitt álvarsamt fyrilit fyri hasi kanningini. Tey, ið skipa fyri, hava avmarkað spurningarnar til ætlanina hjá Høgna Hoydal soleiðis, at tey, ið vilja
Thomsen. ? Tað kann m. a. gerast so einfalt sum ikki at eta ov nógv feitt. Ella ikki at drekka ov nógv rúsdrekka ella nýta onnur rúsevni. ? Eisini tað at nýta súkkluhjálm er fyribyrgjandi fyri heilan, sigur [...] sigur Pól Jákup Thomsen, skrivari hjá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum. Pól Jákup Thomsen sigur, at ætlanin er at sigla til øll tey størri plássini í Føroyum. Byrjað verður mikudagin, tá Ternan fer til Sands [...] Tvøroyri og fríggjadagin í Vági. ? Fyrrapartarnar á degnum er ætlanin at bjóða øllum framhaldsdeildunum kring landið eins og miðnámsskúlunum at vitja framsýningina. Seinnapartin og um kvøldið verður so opið fyri
Netscape Eftir at hava kravt pening fyri teirra browsara, Netscape Navigator, hevur Netscape nú avgjørt, at hann aftur skal vera ókeypis at nýta. Teir hava sjálvandi verið trýstir av, at Microsoft gevur [...] Digitalt myndatól Digital myndatól eru á veg at yvirtaka plássið hjá vanligu myndatólunum, men prísurin er framvegis ov høgur til veruliga at hótta gomlu tólini. Men nú lækkar Epson prísin á teirra PhotoPC [...] gevur sín Internet Explorer burtur, men nógv bendir nú á, at Netscape Nacigator eisini frameftir fer at vera ókeypis. Compaq?s ár Compaq er vorðið heimsins størsti framleiðari av pc?arum við einum umsetningi
sigur, at landsins lógir mugu haldast, sjálvsagt, men tað stendur ongastaðni, at flokkar eru noyddir at stilla upp til fólkatingsval. Hevur Tjóðveldisflokkurin ikki eina stevnuskrá, sum er so greið, at teir [...] Fólkatingsvalið. Tá ið Tjóðveldisflokkurin metir, at tað er meiningsleyst at stilla upp til Fólkatingsval, kann tað bert vera av fíggjarligum ávum, at teir stilla upp. Eftir seinasta Fólkatingsval kundi [...] ikki? Sum ikki einaferð roynir Tjóðveldisflokkurin at blása og hava mjøl í munninum samstundis. Tí heimastýrislógin gevur okkum føroyingum rætt til at stilla upp til Fólkatingsvalið, Tjóðveldisflokkurin
verið við í fiskivinnusamráðingum við onnur lond. Hann greiddi frá at samráðingarnar ofta vóru truplar, og at tað ofta var neyðugt at fara heimaftur uttan úrslit í fyrsta umfarið, tí Atli Dam var so treiskur [...] Eiler segði at Atli var ein sera góður samráðingarleiðari, sum var høgt virdur uttanlands. Tað er gott at nøkur eru, sum seta prís uppá evnini hjá Atla og úrslitini av hansara hegni til at samráðast. Høvdu [...] ur í føroyskari fiskivinnu fortaldi um sítt lív. Báðir hildu vit, at tað hann segði um Atla Dam var væl sagt, serliga tá hann segði at teir ikki vóru samdir annars - her haldi eg hann meinti í politikki
er løtt at lýsa í orðum, men má upplivast. Farið verður til gongu niðan av Eiðisskarði kl. 18.00. Túrurin tekur umleið 3 tímar. Í minsta lagi 7-8 fólk. Skuldi tað hent, at tað ikki er veður at fara niðan [...] tlf. 444860 - fax 445180 Túrurin verður einans gjørdur um viðrar. Tey, ið ætla at luttaka á túrinum, eiga at tryggja sær, at túrurin verður gjørdur, áðrenn farið verður avstað! [...] einum túri niðan á Slættaratind leygardagin 25. juli. At stíga fótin á hægsta fjall okkara, Slættaratind við sínum 882 m, er hvørja ferð eitt upplivilsi. At hava Føroyar allar í vakurleika sínum fyri fótum
tey sjálvi hava orku at gjøgnuføra. Hesar fyritøkur eru sum oftast smáar og hava ikki ráð at seta fólk burturav at taka sær av slíkum uppgávum. Tí bjóða Petur & Petur seg fram at virka sum marknaðarráðgevar [...] heimi, so teir eru ikki bangnir fyri at fara undir sjálvstøðuga fyritøku. Meira málrættaða marknaðarføring Teir báðir á virkinum Petur & Petur siga, at teir vita, at tað finnast fleiri fyritøkur, ið ynskja [...] fyritøkum. Nýggja virkið ætlar sær at framleiða og umsita bæði smáar og heilt stórar grafiskar uppgávur, og gjøgnumføra marknaðarætlaninir heilt frá byrjan til enda. Ætlanin er, at arbeiðið skal gerast í tøttum
galdandi fyri B-limir, ið ynskja at gerðast A-limir og eisini fyri tey, ið fylla 18 ár, og fyrstu ferð gerast limir í sjúkrakassanum. Tað, at allir nýggir limir verða tvungnir at nýta tann nýggja læknan er bert [...] eisini fyri nýggja læknan. Bundna tíðarskeiðið er bert fyriskipað fyri at hjálpa nýggja læknanum at savna viðskiftafólk, so at hann ikki gerst arbeiðsleysur áðrenn hann er byrjaður í nýggja starvinum [...] avgjørt at seta ein kommunulækna afturat í starv í kommununi, og í løtuni verða viðtaluhøli til nýggja læknan bygd í Gundadali. Savna viðskiftafólk Frá sjúkrakassanum í Havn verður upplýst, at sjúkrakassin