Upp á Slættaratind

   

Skipað verður fyri einum túri niðan á Slættaratind leygardagin 25. juli.

At stíga fótin á hægsta fjall okkara, Slættaratind við sínum 882 m, er hvørja ferð eitt upplivilsi. At hava Føroyar allar í vakurleika sínum fyri fótum, gevur eina bergtakandi kenslu, sum ikki er løtt at lýsa í orðum, men má upplivast.

Farið verður til gongu niðan av Eiðisskarði kl. 18.00.

Túrurin tekur umleið 3 tímar.

Í minsta lagi 7-8 fólk.

Skuldi tað hent, at tað ikki er veður at fara niðan á Slættaratind, kann túrurin møguliga ístaðin gerast niðan á Eiðiskoll.

Um ynskist, kann smyrjibreyð bíleggjast á Látrinum, hetta er tó tengt at, at nóg nógv tekna seg.


Kostnaður

Gongutúrur: kr. 100 - børn upp til 14 ár gjalda 50 kr.

Máltíð á Látrinum: kr. 100 (skal bíleggjast í seinasta lagi fríggjadagin kl. 12)


Tilmelding til túrin hjá:

Olaf í Garði Joensen, tlf. 423442

Jóannes Mørkøre, 423031

Eysturoyar Kunningarstova

í Runavík, tlf. 449449 - fax 449180

Eysturoyar Kunningarstova í Fuglafirði, tlf. 444860 - fax 445180

Túrurin verður einans gjørdur um viðrar. Tey, ið ætla at luttaka á túrinum, eiga at tryggja sær, at túrurin verður gjørdur, áðrenn farið verður avstað!