Takk, Eiler!

Harri blaðstjóri

 

Kundu tit gjørt so væl at borið Eiler Jacobsen eina tøkk fyri tað, hann segði í samrøðuni við Jógvan Arge seinasta sunnudag í útvarpinum.

Ein annar fiskimaður og eg lógu á stovu 5 á Suðuroyar Sjúkrahúsi og lurtaðu eftir hesi interessantu sending, har hesin undangongumaður í føroyskari fiskivinnu fortaldi um sítt lív. Báðir hildu vit, at tað hann segði um Atla Dam var væl sagt, serliga tá hann segði at teir ikki vóru samdir annars - her haldi eg hann meinti í politikki. Eiler greiddi frá um tær mongu ferðirnar hann hevði verið við í fiskivinnusamráðingum við onnur lond. Hann greiddi frá at samráðingarnar ofta vóru truplar, og at tað ofta var neyðugt at fara heimaftur uttan úrslit í fyrsta umfarið, tí Atli Dam var so treiskur - hann skuldi hava sítt. Í fylgjandi samráðingum kom so meira afturat. Eiler segði at Atli var ein sera góður samráðingarleiðari, sum var høgt virdur uttanlands.


Tað er gott at nøkur eru, sum seta prís uppá evnini hjá Atla og úrslitini av hansara hegni til at samráðast.


Høvdu fleiri føroyingar minst til, at hesi evni eisini kunnu brúkast á Christiansborg, nú hann letur seg stilla upp aftur.


Eg vóni at nógv lurta eftir endursendingini nú leygardagin.


Einaferð enn tøkk fyri, Eiler.


D.J.Jensen,

fyrrverandi útróðrarmaður, Tvøroyri