Flytingin til meginøkið hevur verið ógvuslig í seinastuni, og fólkatalið í Tórshavnar Kommunu veksur støðugt. Tískil er avgjørt at seta ein kommunulækna afturat í starv í kommununi, og í løtuni verða viðtaluhøli til nýggja læknan bygd í Gundadali.
Savna viðskiftafólk
Frá sjúkrakassanum í Havn verður upplýst, at sjúkrakassin í gjár hevði nevndarfund, har avgjørt varð, at allir nýggir A-limir skulu ganga til tann nýggja læknan. Hetta merkir, at øll, ið flyta til Havnar av bygd ella úr útlondum verða víst til nýggja læknan. Eisini er hetta galdandi fyri B-limir, ið ynskja at gerðast A-limir og eisini fyri tey, ið fylla 18 ár, og fyrstu ferð gerast limir í sjúkrakassanum.
Tað, at allir nýggir limir verða tvungnir at nýta tann nýggja læknan er bert galdandi fyri eitt tíðarskeið. Tá hetta tíðarskeiðið er runnuð, verður læknaval, og tá kunnu allir A-limir í Tórshavnar Sjúkrakassa velja tann læknan, teimum dámar best. Tá er opin kapping millum allar læknarnar í Havn, eisini fyri nýggja læknan.
Bundna tíðarskeiðið er bert fyriskipað fyri at hjálpa nýggja læknanum at savna viðskiftafólk, so at hann ikki gerst arbeiðsleysur áðrenn hann er byrjaður í nýggja starvinum.