Petur & Petur lótu upp mánadagin

Mánadagin opnaði eitt nýtt marknaðarførings- og lýsingarvirki í Havn. Vrikið ber hetið Petur & Petur og eru tað Petur slyne og Petur Mohr Reinert, ið reka virkið

Petur Slyne og Petur Mohr Reinert hava hollan kunnleika innan marknaðarføring og lýsingararbeiði. Teir hava báðir í longri tíð starvast innan hetta økið, bæði í Føroyum og úti í heimi, so teir eru ikki bangnir fyri at fara undir sjálvstøðuga fyritøku.


Meira málrættaða

marknaðarføring

Teir báðir á virkinum Petur & Petur siga, at teir vita, at tað finnast fleiri fyritøkur, ið ynskja eina meira málrættaða marknaðarføring enn tey sjálvi hava orku at gjøgnuføra. Hesar fyritøkur eru sum oftast smáar og hava ikki ráð at seta fólk burturav at taka sær av slíkum uppgávum. Tí bjóða Petur & Petur seg fram at virka sum marknaðarráðgevar ella marknaðardeild, hjá hesum fyritøkum.

Nýggja virkið ætlar sær at framleiða og umsita bæði smáar og heilt stórar grafiskar uppgávur, og gjøgnumføra marknaðarætlaninir heilt frá byrjan til enda. Ætlanin er, at arbeiðið skal gerast í tøttum samstarvi við bløðini, prentsmiðjur, fotografar, reprovirki og onnur í vinnuni.

Virkið fer at arbeiða bæði á Føroyska heimamarknaðinum og úti í heimi fyri føroyskar útflutningsfyritøkur.


Mitt í býnum

Nýggja virkið heldur til í býnum. Tað heldur nevniliga til í snotiliga bygninginum hjá Farex á R.C. Effersøesgøtu 22