Marknaðardagur í Sjónleikarahúsinum

Havnar Sjónleikarfelag fer, aftaná nógvar áheitanir, at skipa fyri einum rimmar innanhýsis marknaðardegi tann 26. sept. 98, frá kl. 11 til 17, og sjálvandi verður tað í Sjónleikarahúsinum.

Sjónleikarafelagið hevur áður gjørt tílíkan dag, og er ætlanin at hava tey best umtøktu tiltøkini við aftur nú saman við onkrum øðrum.

»Skemtikøkurin« (Det muntre køkken), »Bóltakast« og »Seymsláing« fara tey at hava í Snikkarastovu í kjallaranum. Hesi tiltøk larma heldur illa, so best er at hava tey eitt sindur burtur frá restini.

»Køku-og kaffisøla« verður í Áarstovu, har fólk eisini kunna bukka sær beinini.

»Fiskibrunna«", sum vit minnast teir frá Nonnunum, og »Køkutombula« verður á síðupallinum.

Og í sjálvum Salinum er ætlanin at hava ein »Loppumarknað« uttan sín líka. Men hettar er alt sjálvandi treytað av, hvussu røsk fólk eru at rudda út heima og geva teimum í Sjónleikarhúsinum.

Hvønn heila klokkutíma verður »Undirhald« í einar 10-15 min. við »Klovnum« ella »Sangi við undirspæli«. Og í nýggju Komuhøllini ber eisini til at keypa sær okkurt leskandi og sita eina løtu.

Hettar er eisini eitt sera gott høvi at síggja Sjónleikarhúsið innan.

Og sjálvandi ber eisini til at tekna seg sum lim henda dag.

Um undirtøkan verður góð, er væl møguligt at tilber at endurtaka tiltakið á hvørjum árið.

Tiltakið er ikki bert fyri limir. Øll eru hjartaliga vælkomin, lata tey heilsa úr Sjónleikarhúsinum í Havm.