Digitalt myndatól
Digital myndatól eru á veg at yvirtaka plássið hjá vanligu myndatólunum, men prísurin er framvegis ov høgur til veruliga at hótta gomlu tólini.
Men nú lækkar Epson prísin á teirra PhotoPC 600 tólum, ið hava ein sera høgan upploysning uppá 1024x 768 punktir. Prísurin fellur umleið 1000 kr., so hann kemur niður um 6.000 krónur.
Ókeypis Netscape
Eftir at hava kravt pening fyri teirra browsara, Netscape Navigator, hevur Netscape nú avgjørt, at hann aftur skal vera ókeypis at nýta.
Teir hava sjálvandi verið trýstir av, at Microsoft gevur sín Internet Explorer burtur, men nógv bendir nú á, at Netscape Nacigator eisini frameftir fer at vera ókeypis.
Compaq?s ár
Compaq er vorðið heimsins størsti framleiðari av pc?arum við einum umsetningi uppá knappliga 200 milliardir krónur í 1997 og einum yvirskoti uppá næstan 15 milliardir.
Ein av grundunum til stóra vøksturin er, at Compaq var ein av teimum fyrstu fyritøkunum at lata merkisvøru teldur til ein lágan prís.
Teir eru nú langt framman fyri IBM á PC-umráðnum. Men samlaði umsetningurin hjá IBM er tó framvegis nógv størri, nevniliga meiri enn 700 milliardir.









