Manipulerað veljarakanning

? Eg taki fyrivarni fyri hasi veljarakanningini, tí eg haldi ikki, at tey, ið ynskja økt sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin, hava møguleika at svara nøktandi, sigur Jóannes Eidesgaard

Eirikur Lindenskov


Veljarakanningin, sum Dimmalætting og Berlingske Tidende hava kunngjørt nú um dagarnar, sigur greitt, at fólkið tekur undir við fullveldisætlanunum hjá Landsstýrinum. Eitt nú vísir kanningin, at heili 38% av javnaðarveljarunum tekur undir við ætlanunum.

Tí sprudu vit Jóannes Eidesgaard, um hetta ikki er greið tala - um Javnaðarflokkurin ikki eigur at umhugsa støðuna av nýggjum:

? Eg havi eitt álvarsamt fyrilit fyri hasi kanningini. Tey, ið skipa fyri, hava avmarkað spurningarnar til ætlanina hjá Høgna Hoydal soleiðis, at tey, ið vilja hava størri sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin, ongna reellan møguleika hava at svara, sigur hann.

? Hatta er manipulatión, og eg haldi tað vera harmuligt, at Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum ikki vil geva fólki møguleika at svara soleiðis, at kanning veruliga sigur, tað fólkið vil.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at fólk - eitt nú tey, ið taka undir við Javnaðarfloksins sjónarmiði - ikki hava møguleika at svara, tí spurt verður, »hvørja støðu hevur tú til fullveldi?«.

? Øll, sum vilja loysing, svara sjálvandi »ja«, og ein stórur partur av teimum, sum vilja hava størri sjálvræði innan fyri ríkisfelagsskapin svara eisini »ja«, tí tey vilja ikki hava tættari samband, vísir Jóannes Eidesgaard á.