ella umboðsting tess skal taka allar tyðandi avgerðir í egnum landi. Avgerðin um føroyskt fullveldi skal tí ikki takast á Fólkatingi, men í Føroyum. Ein loysingarflokkur hevur einki at gera á Fólkatingi [...] heldur tað vera meiningsleyst at velja tvey umboð í Fólkatingið! Hetta er ikki beint! Eftir politisku skipanini eiga føroyingar rætt til tvey umboð í Fólkatinginum. Har verða tiknar avgerðir, sum viðvíkja [...] boð á Fólkatingi at virka fyri føroyskum fullveldi: Tjóðveldisflokkurin er framskygdur flokkur, og í felags- og ríkismálum fer hann at virka soleiðis fyri føroyskum áhugamálum, at loysnirnar ikki binda
Fólkatingi má ikki føra politikk. Í royndunum at vinna fram móti málinum at stovnseta Føroya Tjóðveldið hevur Tjóðveldisflokkurin sitið í landsstýrissamgongu við aðrar flokkar í tilsamans 17 ár ella meira enn [...] verið tikin í hvørjum einstøkum føri til spurningin, um stillast skuldi upp ella ikki. Kanska er hetta orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin ongantíð á Flokstingi hevur samtykt ein politikk í sambandi við [...] enn triðingin av tíðini, síðani heimastýrislógin kom í gildi. Í øllum samgongunum hevur flokkurin ført tjóðveldispolitikk, men hevur samstundis noyðst at tikið undir við teimum hjartamálum, sum aðrir s
døgum síðani vann Barcelona 3-0 á Real Madrid í oddadystinum í Spania. ? Tað kann róliga sigast, at stórur munur er á viðurskiftunum í Barcelona og í Føroyum, sigur Johan Nielsen. ? Eitt nú høvdu teir seks [...] Frá mánadegi til leygardag í næstsíðstu viku vóru Johan Nielsen, sum í dag er venjari hjá GÍ, og Hans Mourits Foldbo, ið er hjálparvenjari, í spanska býnum Barcelona á skeiði, sum UEFA skipar fyri. Hetta [...] hevur á hvørjum ári. UEFA roynir at samskipa venjaraútbúgvingarnar í teimum ymsu limalondunum, og øll lond í Europa vóru við á skeiðnum í Barcelona. Johan Nielsen sigur, at skeiðið var gott og sera væl
segði m. a., at arbeiðsbólkurin hevði staðfest, at tey lesandi í Føroyum eru munandi verri fyri enn í grannalondum okkara. Tey lesandi, í Føroyum, fáa 2.000 krónur um mánaðin og kunnu harafturat lána 1.000 [...] útbúgvingarstuðulsskipanin er 10 ár í ár. Tær broytingar, sum eru gjørdar í skipanini, hava allar verið tann skeiva vegin fyri tey lesandi. Upphæddirnar minkaðu bæði í 89/90 og í 90/91, so ístaðin fyri at fáa [...] tingið. Í hesum sambandi skipaðu Sosialistiskt Ungmannafelag, Unga Sjálvstýrið og Ungmannafelagið Samband fyri pallborðsfundi í útvarpshøllini hóskvøldið. Í panelinum sótu John Rajani, formaður í arbeiðsbólkinum
Óla tæna als ongum endamáli, men tvørturímoti hava tær í stóran mun sett føroyingar í ringt ljós í Danmark. Og Fólkaflokkurin fer beinleiðis inn í tann Konservativa flokkin, har hesin eisini sat, tá Anne [...] Mangan hevur verið kjak í Føroyum um týdningin av at hava tvey fólkatingsumboð. Serliga hava tjóðveldisfólk hildið, at hesir sessir áttu av verið tiknir av, tí í botn og grund taka teir ikki undir við [...] føroyingar ikki áttu at valt umboð í danska Fólkatingið, hóast teir altíð liggja framvið, tá valið er. So eisini hesa ferð. Men uttan mun til, hvussu vit ætla hesi viðurskiftu í framtíðini, so er tað veruleikin
stuðla, løgdu ætlanir um búskaparligu kreppuna í Føroyum? Vit hoyrdu tá einki frá ?la Breckmann her í Føroyum, og neyvan hevur hann á Christiansborg smekka nevan í borðið. Ikki so frægt sum eitt loppugoyggj [...] eingin skal vera í iva um, at føroyski Javnaðarflokkurin er alt annað enn samdir í øllum tí, sum Nyrup stjórnin hevur gjørt mótvegis okkum føroyingum. Nyrup gjørdi sín lívs brølara í Føroya politikkinum [...] heysti í 1992, tá hann sat mitt ímillum teirra, sum seinni gjørdist okkara argastu mótstøðumenn. Har var eingin vælklingandi frílynt rødd, sum á góðum donskum máli talaði Róma beint ímót. Men í staðin
neista av demokratii í sínum kroppi ger helst tilveruna ótolandi í flokkinum. Í stuttum kann sigast, at framførslan hjá Edmundi - sum er høvuðsvalevnið hjá sambandsflokkinum - hetta kvøldið í stóran mun var [...] fólkatingsmann. Sum honum líkt, sveimaði Edmundur í sínum óveruliga dreymaheimi og kom við sínum vanliga møsni um at sambandsflokkurin hevði vent gongdini í Føroyum. Hetta er beinleiðis tvætl. Sambandsflokkurin [...] hevði verið veruliga synd í hesum stórskrøggara, um ikki toskaveiðan við Føroyar øktist úr nærum ongum upp í nøkur og tríati tons, og um ikki sildin afur fór at svimja vestur í hav. Er hatta okkara stórorðaða
Eftir at Føroyar fyrst í nítiárunum hava verið ígjøgnum tað størstu búskaparkreppu, sum vit kenna í nýggjari tíð, so hava vit nú havt eina sanna øsingartíð móti dønum orsakað av gøluni í samband við umbýtið [...] avleiðingarnar er ábyrgdarloysi. Í tí støðu, vit eru í nú, missa vit við loysing øll rættindini, sum vit hava via ríkisfelagsskapin, og tað merkir eina so stóra niðurgongd í livivilkorum her á landi, at seinasta [...] Góðu føroyingar, landsmenn, veljarar í Sandoyar valdømi. Í ár verður bæði fólkatingsval og løgtingsval. Alt týðir upp á, at hesi val kunnu gerast okkum føroyingum sonn lagnuval. Tí valini koma at standa
sita sum eitt klípi í donskum politikki. Um so er, at danski Javnaðarflokkurin vil hava okkara atkvøðu, so kostar hon. Tað vil siga, at vit fáa umboð í allar nevndir sum viðvíkja Føroyum og føroyskum áhugamálum [...] skránni hjá teimum, skulu vit leggja linjurnar okkum til frama. Eg veit væl, at hetta er sett høgt upp í donskum eygum, men hetta er prísurin, og kunnu teir ikki góðtaka hesi krøv, er okkara atkvøða fríttstillað
nevniliga fyrst hava greitt at vita hvønn politikk danski javnaðarflokkurin ætlar sær at reka mótvegis Føroyum, um tað skuldi borið á, at hann aftur tekur við stjórnarvaldinum. Okkara mótstøðuflokkar royna tó [...] veljarunum inn, at ætlanin er kortini, at Javnaðarflokkurin fer at stuðla honum, um hann fær umboð í fólkatingið. Nei, sum vit hava sagt, er tað als ikki ætlanin, tí tað er eingin sjálvsagdur lutur, at [...] oð á fólkatingi fer bert at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum, og ætlar sær ikki at blanda seg upp í innlendis donsk viðurskifti. Tað er eitt orðatak, sum sigur, at hann sum ilt hugsar, hann ilt ger, og