Fylkist um Javnaðarflokkin!

Tað var ein av teimum frægastu og fremstu fólkafloks-monnum, sum av tingsins røðarapalli tók nakað soleiðis til: »Tað er ein stuttleiki at arbeiða saman við javnaðarmonnum, tí teir standa við síni orð«.

Hetta var væl sagt av einum politiskum mótstøðumanni, og tøkk skal hann hava fyri skoðsmálið.

Men orðini vóru sonn, tí Javnaðarflokkurin roynir altíð at standa við tað, sum hann hevur sagt. Hann fer ongantíð við tómum orðum. Til hetta fólkatingsvalið hevur hann týðiliga og greitt boðað frá, at tað als ikki er sjálvsagt, at hann fer at stuðla danska javnaðarflokkinum á danatingi, um hann fær umboð valt, og tað vóna vit sjálvandi. Vit vilja nevniliga fyrst hava greitt at vita hvønn politikk danski javnaðarflokkurin ætlar sær at reka mótvegis Føroyum, um tað skuldi borið á, at hann aftur tekur við stjórnarvaldinum.

Okkara mótstøðuflokkar royna tó framvegis at billa føroysku veljarunum inn, at ætlanin er kortini, at Javnaðarflokkurin fer at stuðla honum, um hann fær umboð í fólkatingið. Nei, sum vit hava sagt, er tað als ikki ætlanin, tí tað er eingin sjálvsagdur lutur, at eitt javnaðarumboð fer at stuðla nøkrum flokki eins og fólka- og sambandsflokkurin ætla sær at gera.

Eitt javnaðarumboð á fólkatingi fer bert at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum, og ætlar sær ikki at blanda seg upp í innlendis donsk viðurskifti.

Tað er eitt orðatak, sum sigur, at hann sum ilt hugsar, hann ilt ger, og tí fari eg at heita á veljararnar um ikki at lata seg tøla av tí, sum okkara mótstøðuflokkar bera fram, tí teir fara tíverri ofta lætt um síni orð.

Men teir veljarar, sum ætla sær at velja Javnaðarflokkin, kunnu vera fullkomiliga tryggir, tí hann ætlar at halda tey lyftir, sum hann hevur givið. Eins og okkara politiski mótstøðumaður segði á sinni um javnaðarfólk, ætla vit framhaldandi at standa við okkara orð.

Tí fari eg at heita á allar føroyskar veljarar, kvinnur og menn, ung og gomul, um at fylkjast um Javnaðarflokkin og geva honum atkvøðuna valdagin 11. mars.

Eg fari at ynskja øllum føroyingum eitt gott val.


Jógvan Adolf Johannessen