Fólkatingsvalið

Fólkatingsval er ein spurningur um at verja Føroyar og fólkið á klettunum, og ikki at sita sum eitt klípi í donskum politikki

Fólkatingsval er ein spurningur um at verja Føroyar og fólkið á klettunum, og ikki at sita sum eitt klípi í donskum politikki. Um so er, at danski Javnaðarflokkurin vil hava okkara atkvøðu, so kostar hon. Tað vil siga, at vit fáa umboð í allar nevndir sum viðvíkja Føroyum og føroyskum áhugamálum, og tá mál um Føroyar eru á skránni hjá teimum, skulu vit leggja linjurnar okkum til frama.

Eg veit væl, at hetta er sett høgt upp í donskum eygum, men hetta er prísurin, og kunnu teir ikki góðtaka hesi krøv, er okkara atkvøða fríttstillað á danatingi.

Tað vil siga, at danski Javnaðarflokkurin ikki eigur eina føroyska javnaðaratkvøðu fyri einki.

Gott val.