Mangan hevur verið kjak í Føroyum um týdningin av at hava tvey fólkatingsumboð.
Serliga hava tjóðveldisfólk hildið, at hesir sessir áttu av verið tiknir av, tí í botn og grund taka teir ikki undir við verandi skipan millum Føroyar og Danmark. Til fleiri fólkatingsval hevur Tjóðveldisflokkuirn als ikki stillað upp, men nú tykjast eisini teir, at hava fingið hug á hesum sessum. Eisini Sjálvstýrisflokkurin hevur mangan havt tað sama frammi, at vit føroyingar ikki áttu at valt umboð í danska Fólkatingið, hóast teir altíð liggja framvið, tá valið er. So eisini hesa ferð.
Men uttan mun til, hvussu vit ætla hesi viðurskiftu í framtíðini, so er tað veruleikin her og nú, sum gevur okkum henda rættin, og sjálvsagt skulu vit gera brúk av honum. Í politikki skulu vit brúka eitthvørt høvið, sum býðst til at vinna framá við føroyskym áhugamálum.
Tí skilti eg ongantíð ta støðu, sum fleiri av teimum flokkum, sum nú bjóða seg fram, høvdu tá Poul Nyrup Rasmussen vitjaði her í januar. Hvørki Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin ella Sjálvstýrsiflokkurin vildu koma á tal við forsætismálaráðharran, men nú streingja teir á fyri at fáa umboð valt niður á Christiansborg, har hesin forsætismálaráðharri eigur nógvar líkar.
Hvar er styrkin hjá einum politikkara ella politiskum flokki, sum ikki torir ella vil inn í ein dialog við mótpartin. Dialogurin er okkara høvuðsamboð í politiska arbeiðinum. Hava vit ikki júst nú sæð dømi um, hvussu stóra kreppu júst samráðingar og dialogurin kunnu loysa. Tá øll væntaðu kríggj í Miðeystri, fekk ST-aðalskrivarin semju við beinleiðis samráðingum. Hann krógvaði seg ikki burtur, sum vit sóðu teir fornermaðu føroysku politikkarnar gjørdu undir vitjanini hjá Nyrup.
Javnaðarflokkurin tók fund við Nyrup, og har fekk hann »face to face« lisið lesturin.
Lat okkum hugsa tann møguleika, at Tjóðveldisflokkurin fær mannin valdan á Fólkating. Tað tekur ikki langa tíð hjá viðkomandi at boða frá, at teir bert vilja loysing og at stovnseta føroyska tjóðveldið. Annað hevur ikki teirra áhuga. Vit hoyrdu formannin Heina O Heinesen siga, at teir fóru á danating fyri at boða dønum frá, at teir ynsktu loysing og Tjóðveldið Føroyar. Stutt og greitt.
Men hvat skal eitt umboð frá Tjóveldisflokkinum brúka restina av tíðini til. At ávirka málsviðgerð, sum ikki førir til loysingina, hevur yvirhøvur ikki teirra áhuga.
Velja vit hin vegin eitt sambandsumboð, so vita vit, at tað verður eingin rødd, sum talar fyri broytingum. Tað verður ein rødd úr danska Vinstra, sum sigur, at alt er so sera gott, og at einki skal broytast.
Velja vit so, sum føroyingar tíverri alt ov ofta hava valt, enn einferð at senda Óla Breckmann niður á Christiansborg, so fara vit umaftur og umaftur at hoyra ta plátu, sum vit hava hoyrt seinastu 10 árini. Har verða eingir nýggir tónar, men sama niðurgerandi orðavavsturin, sum eingin dugir betur enn Óli. Men hesar innantómu vendingarnar hjá Óla tæna als ongum endamáli, men tvørturímoti hava tær í stóran mun sett føroyingar í ringt ljós í Danmark.
Og Fólkaflokkurin fer beinleiðis inn í tann Konservativa flokkin, har hesin eisini sat, tá Anne Birgitte Lundholt saman við øðrum konservativum og fólki úr Vinstra, løgdu lunnar undir bankabjargingarnar og valdu m.a. formannin í Fíggingargrunnin Richard Mikkelsen.
Hetta fór alt fram, meðan Óli Breckmann og Jóhannes Martin Olsen stuðlaðu borgarligu stjórnini hjá Schlüter.
Javnaðarflokkurin hevur gjørt slætt borð við danska socialdemokratiska flokkin. Vit ætla okkum at standa fríir, so vit veruliga kunna óheftir umboða Føroyar og føroysk áhugamál.
Vit ætla okkum at taka stríðið upp, so vit fyrst og fremst fáa tað, sum vit við rætti eiga, men haraftrat rudda slóð fyri teimum broytingum í ríkisrættarligu støðu okkara, sum Føroya Løgting ynskir. Vit ætla okkum ikki at sita fornermaðar, men fara inn í dialogin við mótpartin. Eingin ivi um tað.
Eitt javnaðarumboð á Fólkatingi fer ikki at sita hendur í favn, ella lata eina plátu koyra í somu rillu.Eitt javnaðarumboð verður eitt umboð, sum vil arbeiða fyri úrslitum.