Úrmælingar ella stórskrøggarar?

Á veg heim mánakvøldið 2/3-98 sat eg og lýddi á orðaskiftið millum talsfólkini fyri teir fimm flokkarnar, sum hava stillað upp til fólkatingsvalið, og ymiskt áhugavert var ímillum

Á veg heim mánakvøldið 2/3-98 sat eg og lýddi á orðaskiftið millum talsfólkini fyri teir fimm flokkarnar, sum hava stillað upp til fólkatingsvalið, og ymiskt áhugavert var ímillum.

Serliga áhugavert var at hoyra tær báðar andshetjurnar Edmund Joensen, løgmann og Óla Breckmann, løgtings- og fólkatingsmann. Sum honum líkt, sveimaði Edmundur í sínum óveruliga dreymaheimi og kom við sínum vanliga møsni um at sambandsflokkurin hevði vent gongdini í Føroyum.

Hetta er beinleiðis tvætl. Sambandsflokkurin hevur ongari gongd vent! Og tað hevði verið veruliga synd í hesum stórskrøggara, um ikki toskaveiðan við Føroyar øktist úr nærum ongum upp í nøkur og tríati tons, og um ikki sildin afur fór at svimja vestur í hav.

Er hatta okkara stórorðaða løgmanni fyri at takka?

Ella droymir løgmaður nakað tað sama sum konan í runuveitini, ið vildi seta seg javnbjóðis við hin alvalda? Tann søgan er væl kend, og skal eg tí ikki greiða nærri frá henni her. Veruleikin til framgongdina er í stuttum hesin: Ein frálíka góður fiskiskapur og góðir fiskaprísir.

Eitt sera lágt rentustøði sum eisini hevur bøtt ómetiliga nógv um okkara gjaldføri.

Er hetta løgmanni, sambandsflokkinum ela samgonguni fyri at takka?

Tá ið Edmundur við føgrum orðum rósar sambandsflokkinum og samanhaldinum har, so veit hann kortini at eingin flokkur - burtursæð frá tjóðveldisflokkinum kanska - klandrast so nógv innanhýsis sum hann.

Og hetta er sjálvandi als einki at undrast um, tí núverandi manning hansara á tingi er rikin saman úr øllum ættum.

Eftir er so evarska lítið av teirri gomlu sambandsrótini, og at Edmundur ikki hevur ein neista av demokratii í sínum kroppi ger helst tilveruna ótolandi í flokkinum.

Í stuttum kann sigast, at framførslan hjá Edmundi - sum er høvuðsvalevnið hjá sambandsflokkinum - hetta kvøldið í stóran mun var óveruligt skrøgg!

Men ikki minni óveruligur sama kvøldið var høvuðsvalevnið hjá fólkaflokkinum.

Men, eg hugsi ikki, at tað kemur óvart á tey flestu, tí hví skal hesin maðurin halda seg til veruleikan nú. Tað er jú iki sum at siga tað, at broyta hugburð, tá ið hann alla sína tíð hevur ført seg fram við tómum rakstrarrópum.

Tó, hann kann jú framhaldandi føra seg fram á sín sermerkta hátt, tí fólkaflokkurin hevur jú góðtikið handan háttin.

Og góður lærumeistari hevur hann helst verið, tí nógvir yngri fólkafloksmenn royna at ganga í hansara fótafetum!

Men, eg veit, at tað eisini finnast fólkafloksfólk, sum hava heilt aðra áskoðan, hóast tað tíverri hoyrist so lítið til tey.

Nú roynir hesin avbara góði skemtarin at billa fólki inn, at fólkafloksumboðini til fólkatingsvalið eru í serklassa. Men, samstundis var tað týðiligt, at hann rói persónliga framundir at hann er fremstur millum teirra, og tí er tað hann, sum eigur at verða valdur!

Og so reksaði hesin úrmælingurin í serklassa upp nøkur av teimum brøgdum, sum hann hevur avrikað tey mongu ár, hann hevur sitið sum ífylla hjá konservativa flokkinum á danatingi.

Eg skilji væl, at formaðurin í fólkaflokkinum á tingi av øllum alvi roynir at verða afturvaldur, tí sannleikin er tann einfaldi, at hann í sínum langa polittiska lívi nærum eina hevur arbeitt fyri egnum áhugamálum.

Nú leggja allir hasir knassarnir í serklassa út í valorrustuna væl eggjaðir av orðum førarans.

Men handan leiktjøldini situr hesin fitti skemtarin og skrøggarin við sínum vanliga skálkabrosi, við sigar í kinnklovanum og gníggjar sær í lógvarnar, tí hann veit, at um fólkaflokkurin vinnur umboð á danating, so verður tað hann.

Og so verður hann aftur ífylla hjá teimum konservativu fýra ár aftrat.

Annað fáa veljararnir tíverri ikki burtur úr.