Frá mánadegi til leygardag í næstsíðstu viku vóru Johan Nielsen, sum í dag er venjari hjá GÍ, og Hans Mourits Foldbo, ið er hjálparvenjari, í spanska býnum Barcelona á skeiði, sum UEFA skipar fyri.
Hetta var ikki eitt venjaraskeið, men eitt sonevnt »instruktørskeið«, sum europeiska fótbóltssamgongan hevur á hvørjum ári. UEFA roynir at samskipa venjaraútbúgvingarnar í teimum ymsu limalondunum, og øll lond í Europa vóru við á skeiðnum í Barcelona.
Johan Nielsen sigur, at skeiðið var gott og sera væl fyriskipað. Skotar vístu, hvussu teir gera, og hollendingar greiddu frá um sína toppútbúgving. Fyrilestrar vórðu hildnir, og eisini var bólkaprát og framløga.
Hetta er triðja árið á rað, at Johan Nielsen hevur verið á instruktørskeiði hjá UEFA. Í 1996 var hann í Fraklandi, og í fjør vóru hann og Petur Simonsen eisini við á skeiðnum, sum tá varð hildið á Malta.
? FSF vil jú helst vera við, tá UEFA skipar fyri onkrum, sigur Johan Nielsen.
? Miðað verður ímóti at fáa føroysku venjaraútbúgvingina altjóða góðkenda. Føroyska útbúgvingin líkist nógv tí donsku, sum er góðkend, sigur hann.
Í løtuni eru bert seks lond, sum hava altjóða góðkenda venjaraútbúgving. Umframt Danmark eru tað Spania, Frakland, Týskland, Holland og Italia, men tað gongur ivaleyst ikki leingi, áðrenn enn fleiri lond fáa sína venjaraútbúgving góðkenda.
Hugdu at venjingini
hjá Barcelona
Meðan Johan og Hans Mourits vóru í Barcelona, nýttu teir høvið til at fara at hyggja at venjingini hjá Barcelona, sum er eitt av heimsins bestu fótbóltsliðum, og sum í løtuni liggur á odda í sponsku 1. deild. Fyri bert fáum døgum síðani vann Barcelona 3-0 á Real Madrid í oddadystinum í Spania.
? Tað kann róliga sigast, at stórur munur er á viðurskiftunum í Barcelona og í Føroyum, sigur Johan Nielsen.
? Eitt nú høvdu teir seks ymsar venjarar til teir 21 menninar, sum vóru til venjing.
Barcelona hevði spælt steypadyst kvøldið fyri, og onkur av spælarunum hevði fingið onkran smásnudd og vandi tí fyri seg. Ein venjari var til málmannin, ein til tveir spælarar, sum høvdu verið skaddir og sum júst vóru farnir at venja aftur, o.s.fr.
Ein dag sættu hvørja viku sleppa skúlabørn inn at hyggja eftir venjingini hjá Barcelona, og tað fall soleiðis, at hesin dagurin júst var sama dagin, sum Johan og Hans Mourits sóu venjingina.
? Har vóru eini 3.000 børn, og tað hoyrdist ikki mannamál. Vit vóru so hepnir at sita eitt sindur burtur frá øllum børnunum, men tað sást greitt, at spælararnir ikki vóru serliga fegnir um at hava øll hesi børnini har, sigur Johan Nielsen.
Hann sigur, at hann eisini frá málmansvenjaranum fekk at vita, at spælararnir ikki orka fyri døgunum, tá skúlabørnini sleppa inn at hyggja...










