Tjóðveldisflokkurin talar fyri føroyskum fullveldi, men stillar samstundis upp til eitt danskt fólkatingsval. Sjálvandi royna aðrir flokkar at fáa hetta til at framstanda sum høpisleyst. Pástandirnir eru væl kendir.
Tjóðveldisflokkurin heldur tað vera meiningsleyst at velja tvey umboð í Fólkatingið!
Hetta er ikki beint! Eftir politisku skipanini eiga føroyingar rætt til tvey umboð í Fólkatinginum. Har verða tiknar avgerðir, sum viðvíkja og ávirka føroysk viðurskifti; talan er um felagsmálini og ríkismálini.
Á hesum økjum virkar Tjóðveldisflokkurin konstruktivt fyri føroyskum áhugamálum innan galdandi skipan. Tí er tað burturvið at pástanda, at Tjóðveldisflokkurin heldur tað vera meiningsleyst at senda tvey tjóðveldisumboð á Fólkating.
Tjóðveldisflokkurin ætlar sær á Fólkating at taka loysing!
Hetta er ikki beint! Tjóðveldisflokkurin byggir á demokratisku stevnuna, sum sigur, at fólkið sjálvt ella umboðsting tess skal taka allar tyðandi avgerðir í egnum landi. Avgerðin um føroyskt fullveldi skal tí ikki takast á Fólkatingi, men í Føroyum.
Ein loysingarflokkur hevur einki at gera á Fólkatingi!
Hetta er burturvið! Soleiðis fer eitt tjóðveldisumboð á Fólkatingi at virka fyri føroyskum fullveldi:
Tjóðveldisflokkurin er framskygdur flokkur, og í felags- og ríkismálum fer hann at virka soleiðis fyri føroyskum áhugamálum, at loysnirnar ikki binda okkum fastari at Danmark fíggjarliga og politiskt, men stuðla uppundir eina føroyska eginmenning
Tjóðveldisflokkurin er altjóða orienteraður flokkur og Danmark er og verður eitt av samskiftislondum okkara; eitt tjóðveldisumboð fer at virka fyri at varðveita og menna teir møguleikar, sum føroysk lesandi og granskarar, sjúklingar og arbeiðsfólk hava í Danmark
Tjóðveldisflokkurin er tjóðskaparligur flokkur og danska politiska traditiónin er tjóðskaparlig; tí er Tjóðveldisflokkurin betur enn nakar førur fyri at geva dønum greiða kunning um føroysk viðurskifti og politiska vilja føroyinga
Tjóðveldisflokkurin er realpolitiskur flokkur; tí fer hann - við støði í ST-sáttmálanum - at virka fyri at fáa skjalfest politiska vilja Danmarkar at stuðla føroyskum sjálvsavgerðarrætti og føroyskari eginmenning (smbr. orðini: »Vilja føroyingar hava fullveldi, so er tað OK«)
Ein føroyskur fullveldisflokkur hevur úr at gera á Fólkatingi. Tjóðveldisflokkurin er væl fyrireikaður: Hann hevur fullkomuliga greið sjónarmið og tí kann fara undir miðvíst arbeiði sama dag, sum Fólkatingið kemur saman.