ríkisfelagsskapi við. Nakað fyri jól var ein sending í útvarpinum, har ung undir útbúgving og landsstýrismaðurin, Signar á Brúnni, skiftu orð. Eg vil siga, at tað var ein sonn frøi at hoyra, hvussu væl tey [...] Nú kom so uppskotið um útbúgvingarstuðul aftur á tingborð, og tað er so eiðasørt, at tað líkist tí, ið hesar kvinnur og hesir menn, ið valdir vórðu, góvu føgur lyfti um. Tey garteraðu í í hvørjum túni [...] foreldrini svíða fyri tað. Tær nýtist ikki tann stóra kunnleikan at fata, at útreiðslurnar hjá einum miðnámsnæmingi eru tær somu og hava einki við aldurin at gera. Ein bók kostar tað sama at keypa hjá einum
góð listafólk. - Vit byrjaðu Føroyakvøldini, og samstundis sum tað var eitt gott høvi at vísa útlendingum føroyska mentan og mat, var tað eisini ein góður møguleiki hjá føroyskum sjónleikarum, tónleikarum [...] William Heinesen ivaðist í, um tað fór at bera til. Hann kallaði tað ørskap, men ynskti mær kortini góða eydnu. Eini 40-50 fólk arbeiddu við leikuppsetingini í 2-4 mánaðir, og tað var týdningarmikið tá at vísa [...] nakrantíð, og tá ið eg fór úr Føroyum í 1994, var fólkatalið 44.000, tað lægsta í nýggjari tíð. Ikki minni enn 10 % av fólkinum flutti meðan eg var í Føroyum. Eg veit ikki, hvat eg gjørdi galið, sigur
Norðurlandahúsinum. Skránni var einki galið við, og tað var tað heldur ikki við framførsluni sum so. Tað er sjálvsagt, at tað er torført at verða fyrsta kórið á pallinum, men tað skal sigast, at teir brúktu [...] gott er. Tað er sjálvandi væl hugsandi, at tað var ætlanin, at tempoið skuldi verða høgt, og var tað ætlanin, so eydnaðist tað. Alt í alt ein góð framførsla hjá hesum lutfalsliga nýggja kóri, og tað er einki [...] seinasta sangin og tað skal hon eiga, at hóast hetta var ein konsert fyri mansjór, so var ta hon, sum átti vakrastu røddina. Reint og høgt, sang hon og einastandandi væl. Tað var øgiligt ... Nú var tíðin komin
ingur. Álopið hjá Herfølge var tannleyst, og tað var sera sjáldan, at málverjin hjá heimaliðnum var undir trýsti. Viborg hevði meiri spæl, og tað var ikki óuppiborið, at tað vóru teir, sum fingu øll stigini [...] verður tað ikki. Herfølge var í Viborg seinnapartin sunnudagin, og har taptu teir 1-0. Tað vóru ikki fleiri enn 998 áskoðarar og hugdu at, og veðrið var einki serligt. Stutt undan dystarbyrjan var hegli [...] miðvallarunum royndi at koma fram í fremstu røð, hevði tað við sær, at Todi Jónsson ofta var einsamallur á toppinum, og so sigur tað seg sjálvt, at tað var torført. FCK fekk mál uppá brotsspark, tá 70 minuttir
Síðani seinasta løgtingsval - tað var í apríl í fjør - hava Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu, løgtingsmenn, umboðað Føroyar í Norðurlandaráðnum. Nógvir fundir hava verið hildnir síðani, í Finnlandi [...] men at hann ávísa tíð er settur av til hetta arbeiðið. Tað hevði komið okkum undirritaðu væl við. Arbeiðið er nevniliga rættiliga víðfevnt og tað eru royndir politikarar, vit arbeiða saman við, siga Dan [...] Finnlandi tvær reisur, í Oslo, á Álandi, og ein í Føroyum. Tað vóru summarfundirnir, ið vórðu hildnir í Læraraskúlahøllini í fjør, og teir eydnaðust sera væl. Føroysku limirnir skutu tá upp á fyrsta sinni, at átøk
sínum góða skinni, og tað var júst tað sum hendi sunnumorgunin. Um drápið sunnudagin bar heitið »Hvør fjøl á flot«, so hevði tað ikki verið mætari enn tað sama, so nógvur bátur var í fjørðinum. Russarnir [...] Tað varð rópt »Grindaboð!« í Havn fyrrapartin sunnudagin. Ikki sum í gomlum døgum, gamaní, men tað fór sum rótasúpan gjøgnum býin, at nú var eitt kók í væntu. Og tað var ikki eiti á kók tá til stykkis [...] skjótt Tá komið var inn móti sandinum kom riðilin av fólki oman at taka ímóti og frá tí at fyrsti hvalurin var skorin á Háls til seinasti hvalurin var tað, gingu um tjúgu minuttir, so tað má sigast verða
mun til, um talan er um tað ógvusliga barnið, tað ovurvirkna barnið, ið alla tíðina hevur albogarnar úti og ger nógv um seg, ella um tað er tað viðkvæma og stillføra barnið. Tað skal einki til, at tey falla [...] um ella í skúlanum. Roynt verður at fáa viðgerðina inn í tað dagliga spælið, og eydnast tað, fer barnið spakuliga sjálvt í holt við tað, ið tað skal gera, og leitar eftir teimum røttu upplivingunum. - [...] Í byrjanini fyri tað mesta spastisk lamin børn, men síðani 1986 havi eg arbeitt við heildarbúning hjá børnum í føroyska skúlaverkinum. - Sum frá leið gjørdist listin longri og longri við teimum børnum
tann 20. februar var næsta umfarið, sum fór fram í Bygdarhúsinum á Strondum. Fleiri kendir bólkar vóru við í hesum umfarinum, og støðið var ógvuliga høgt. Rættuliga óvæntað var tað bólkurin Diatribes [...] finaluplássinum. Inni á Strondum noyddust so kendir bólkar sum Wild Child og Feedback at verða við undirlutan, og serliga var tað óvæntað, at Wild Child ikki spældi seg í finaluna. Eina viku seinni var innleiðandi [...] umfarið í Vágunum, og tað er helst tann bólkurin, sum hevur tikið flest fólk á bóli. Seinasta innleiðandi umfarið var í Klaksvík fyri knøppum tveimum vikum síðani. Ikki óvæntað var tað bólkurin Taxi við síni
num. Seinasta heyst var nøgdin av seyðakjøti í yvirskotsgoymslunum vorðin heili 42 tons. Hetta kjøtið var tá eisini vorðið so mikið gamalt, at neyðugt var at sleppa sær av við tað. Og hetta varð gjørt [...] er hálvt ár og eldri, tá tað kemur til Føroya. Jørgen Jørgensen sigur, at íslendskt seyðakjøt ofta er 1 ára gamalt, tá tað kemur til Føroya. Men kjøtið er hóast alt gott, tí tað er væl pakkað og væl fryst [...] til Ungarns. Stórur prísmunur Norska seyðakjøtið er væl umtókt í føroysku handlunum, orsakað av, at tað er munandi bíligari enn annað seyðakjøt. Kiloprísurin á norska kjøtinum liggur um 50 krónur, meðan
ósamdur við tey sum siga, at tað fer at elva til enn størri arbeiðsloysi, um fiskaarbeiðið verður flutt av virkjunum á landi, umborð á skipini. ? Tað er tvørturímóti sannlíkt, at tað fer at skapa enn fleiri [...] fleiri arbeiðspláss í fiskivinnuni. ? Tað er í øllum førum púra greitt, at tað fer at føra til, at arbeiðið í fiskivinnuni verður nógv meiri støðugt enn tað er í dag og hartil verður inntøkan nógv tryggari, [...] brúkast sum ræðidømi. ? Tað er ein ógvuliga avmarkað viðgerð, sum fer fram har umborð. Tað einasta, teir gera, er at avhøvda fiskin og frysta hann heilan, so at túrarnir kunnu vara longri. Men verður fiskurin