Hann kom til Føroya í størstu broytingartíð í nýggjari tíð - í heitasta stjórasessin innan føroyska mentunarlívið. Og hóast restin av landinum lá í andaleypi royndi hann, við at bjóða eitt mentunartilboð fyri og annað eftir, at fáa føroyingar at venda eyguni frá kreppuni eina løtu og vísa okkum og umheiminum, at hóast tað stóð illa til fíggjarliga, áttu vit nakað, sum ikki kann gerast upp í krónum og oyrum.
- Tá ið eg kom til Føroya á heysti í 1989 búðu 47.828 fólk í Føroyum, tað hægsta fólkatalið nakrantíð, og tá ið eg fór úr Føroyum í 1994, var fólkatalið 44.000, tað lægsta í nýggjari tíð. Ikki minni enn 10 % av fólkinum flutti meðan eg var í Føroyum. Eg veit ikki, hvat eg gjørdi galið, sigur norðmaðurin Jan Kløvstad, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum og núverandi stjóri í Mentunardeplinum Katuaq í Nuuk í Grønlandi.
- Størsta avbjóðingin hjá mær sum stjóra í Norðurlandahúsinum í 5 ár, var at hjálpa til við at halda hýrinum á føroyingum uppi, soleiðis at teir fingu treysti aftur, styrkja sjálvsálitið mentunarliga, og vera við til at vísa, at hóast tað gekk illa búskaparliga, vóru nógvar dygdir í føroyska mentunarlívinum. Eg vildi vísa øllum, at hóast nógv keðiligt var at hoyra og lesa í útlendskum fjølmiðlum um Føroyar, so bagdi einki við føroysku mentanini. Eg brúkti nógva orku til at marknaðarføra góðu síðurnar av føroyska mentunarlívinum í útlandinum, sigur Jan Kløvstad.
Gott samskifti ein fyritreyt
Ein av týdningarmestu hornasteinunum undir einum vælriknum mentunarhúsi, sum skal vera bindilið millum Føroyar og hini Norðurlondini, er, at samskiftið millum stovnin og restina av mentunarlívinum er gott.
- Norðurlandahúsið skal stýrast við virðing fyri restini av mentunarlívinum, og tað meti eg, at eg var heppin við. Vit høvdu javnan fundir við tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk og felagsskapir innan mentunarlívið. Á hesum fundum greiddu vit frá, hvørjar ætlanir og hvørji ynski vit høvdu til næstu framtíð og eitt sindur inn í framtíðina. Vit lótu okkum ikki stýra av hvør øðrum, men við at vera opin yvir fyri hvør øðrum fingu vit eitt sera gott samstarv. Og av tí, at vit høvdu ein so góðan og mennandi dialog varð tað nógv lættari at reka húsið.
- Norðurlandahúsið skal vera ein sjálvstøðugur stovnur og skal ikki verða stýrt av føroyska mentunarpolitikkinum. Húsið eigur at hava rætt og skyldu til at taka egin stig, men hvussu tey verða móttikin veldst um evnini til at lurta og taka til sín tað, sum onnur koma fram við, sigur Jan Kløvstad.
Í sambandi við, at Norðurlandahúsið seinasta vár hevðu 15 ár á baki, var frammi, at leikluturin hjá stovninum eigur at verða endurskoðaður - uttan tó, at sagt varð, hvør leikluturin hjá húsinum so eigur at vera.
- Tað er altíð neyðugt at steðga á og seta spurnartekin við tað, sum verður gjørt. Tað hevur verið kravt av norðurlendskum stovnum, at teir skulu vera meiri norðurlendskir og minni tjóðskaparligir. Eftir mínum tykki eigur húsið at miða eftir at skapa størri tiltøk. Í míni tíð sum stjóri hevði eg lyndi til at játta øllum, sum bóðu um innivist, og at finna uppá nógv ymisk tiltøk. Tiltøk nýtast ikki at vera hvønn einasta dag í húsinum, tað er slítandi fyri starvsfólkini, og brúkararnir kunnu ikki møta upp til alt.
Uttan Norðurlandahúsið hevði staðið illa til
Fyrrverandi stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum hevur lisið mentanarálitið Avmarkaðan marknað við stórum áhuga. Hann harmast um, at leikluturin hjá størsta mentunardeplinum ikki er lýstur í álitinum. Ein spurningur, ið av tí sama ikki verður svaraður, er, hvussu føroyska mentunarlívið hevði sæð út, um vit ikki høvdu Norðurlandahúsið at dúva uppá meðan kreppan fyrst í nítiárunum leikaði sum harðast.
- Eg rokni við, at so hevði staðið illa til, og at fá tiltøk verið. Tí sá eg tað sum eina uppgáva at halda hýrinum á fólki uppi og at skapa nøkur áhugaverd tilboð og tiltøk. Tiltøk, sum skuldu vísa bæði útlendingum og føroyingum, at í Føroyum eru nógvar dygdir. Eg legði stóran dent á at koma út á bygdirnar. Síðsta árið eg var stjóri skipaði húsið fyri 70 tiltøkum á bygd.
Nógv av tiltøkunum, sum Jan Kløvstad í síni stjóratíð setti út í kortið, eru framvegis á skránni.
- Vit tóku stig til summarframsýningina í 1991, sum hevur verið á hvørjum ári síðani, og ferðaframsýningina Fimm Føroyingar, ið hevur verið í ymsum Norðurlondum í fleiri ár. Júst hendan framsýningin hevur fingið eyguni upp hjá norðurlendingum fyri, at í Føroyum eru nógv góð listafólk.
- Vit byrjaðu Føroyakvøldini, og samstundis sum tað var eitt gott høvi at vísa útlendingum føroyska mentan og mat, var tað eisini ein góður møguleiki hjá føroyskum sjónleikarum, tónleikarum, høvundum og øðrum at vísa, hvat tey duga og tjena nøkur oyru. Tiltakið Føroysk Dansinátt í juli mánað tóku vit stig til og tað var sera væl umtókt. Vit góvu út fýra ársbøkur við greinum um føroyskt og norðurlendskt mentunarlív, og hetta var ein hentur møguleiki at spjaða vitan út um føroyskt mentunarlív. Vit sendu eisini tíðindabrøv út til eini 1200 adressur í Norðurlondum um føroyskt mentunarlív.
- Eitt tað størsta tiltakið í míni tíð var at seta sjónleikin "Glataðu spælimenninir" upp. Hetta var ein verkætlan, sum kostaði meiri enn tríggjar milliónir krónur, og sjálvt William Heinesen ivaðist í, um tað fór at bera til. Hann kallaði tað ørskap, men ynskti mær kortini góða eydnu. Eini 40-50 fólk arbeiddu við leikuppsetingini í 2-4 mánaðir, og tað var týdningarmikið tá at vísa í eini tíð við so stórum arbeiðsloysi. Og leikurin gjørdist so sera, sera væl umtóktur og móttikin - við nítjan framførslum, ið meiri enn 6000 fólk sóu.
Tíðin er komin til at satsa enn meiri
Um Norðurlandahúsið hevur rurað føroysku myndugleikarnar í ein langan mentunarpolitiskan svøvn, sigur Jan Kløvstad.
- Búskaparliga kanska, tá ið vit hugsa um, at Føroyar hava fingið eina so stórfingna gávu sum Norðurlandahúsið er fyri lítið og lætt. Grønland hevur goldið nógvar ferðir meiri enn føroyingar fyri at fáa eitt tilsvarandi mentunarhús. Tá ið føroyingar fáa ein so stóran og dominerandi mentunardepil inn í eitt so lítið land og fáa stjórar í húsið, sum hava góðar og drúgvar royndir aðra staðni frá, er tað greitt, at politikararnir, sum skulu finna pengar til so nógv annað, seta seg afturá og bara yvirlata mentanina til Norðurlandahúsið. Tí kunnu vit siga, at Norðurlandahúsið er vorðið ein sovipúta, men tað er rættiliga natúrligt, at tað hevur verið.
- Ymsu tiltøkini í Norðurlandahúsinum, síðani tað læt upp, uttan mun til um húsið sjálvt hevur tikið stig til tey ella onnur, stóri áhugin fyri filminum um Barbaru og fyri Williami Heinesen uttanlands hava víst nógvum í Føroyum, at mentanin er so týdningarmikil, at tíðin er komin til at satsa enn meiri. Norðurlandahúsið hevur verið við til at fingið nógv sambond í lag millum nógv mentaáhugað í útlandinum og í Føroyum, og eg meti avgjørt, at Norðurlandahúsið eigur sín leiklut í teirri sannroynd, at mentanin er komin meiri inn í tilvitið hjá fólki. So vóni eg bara at politikarar finna pening á fíggjarlógini til at vísa henda góða viljan, ið nú er komin undan kavi, í verki.
Hvørji ráð hevur tú til tey, ið fyrireika ein orðaðan mentunarpolitikk?
- Tað eru nøkur ár síðani eg var í Føroyum og tað er avmarkað, í hvussu stóran mun eg kann fylgja við í tí, sum hendir, og eisini, hvussu nógv eg skal blanda meg uppí. Eg havi verið so heppin, at Mentunarhúsið Katuaq hevur havt vitjan av nógvum føroyingum, sangkórum, rock-bólkum, listafólki, rithøvundum og eg eri framvegis hugtikin av føroyska mentunarlívinum. Føroyingar hava nógv at vera ernir av.
Gott at hyggja út um landoddarnar
- Tá ið hugsað verður um, at mentunarpolitikkur skal setast út í kortið, er tað umráðandi, at meirvirðisgjald framhaldandi ikki verður lagt á bøkur, soleiðis at fólk framvegis kunnu keypa, men ikki minst skriva og geva út bøkur fyri ein sámuligan prís. Landsbókasavnið varð, meðan eg var í Føroyum, nógv skert í játtanini á fíggjarlógini, og eg meti, at tað er sera umráðandi, at tann stovnurin fær størri játtan. So vóni eg, at sjónleikarlívið sum heild og Leikpallur Føroya koma upp á tað støðið, tey áttu at havt longu áðrenn kreppan kom. Somuleiðis vóni eg, at Listasavn Føroya fær meiri pening til rakstur. Sjónvarp Føroya hevur ikki so nógvar pengar at arbeiða við, sum tað eigur at hava. Tað tykist vera trupult hjá stovninum at framleiða so nógv tilfar á føroyskum, sum tey fegin vilja.
- Í Grønlandi og í Noregi eru mentunarskrivarar í hvørjari kommunu. Kommunurnar í Føroyum eru framvegis rættiliga smáar, men eg meti tað hevur sera stóran týdning, at tær samstarva og umsita mentanina í felag. Tá ið vit royndu at skipa fyri tiltøkum á bygd rendu vit okkum alla tíðina í tann trupulleikan, at tað var trupult at fáa fatur á fyriskiparum á staðnum og hóskandi hølum. Tað gjørdi, at vit kundu ikki skipa fyri so nógvum tiltøkum úti um landið, sum vit fegin vildu. Um ein orðaður mentapolitikkur kundi fingið kommunurnar meiri við soleiðis, at mentunarlívið gjørdist betur skipað, vildi tað økt lívsdygdina á bygd og í bý munandi.
- Endamálið við einum orðaðum mentanarpolitikki eigur at vera at geva føroyingum sjálvsálit og ans fyri dygd. Tað er altíð gott at hyggja út um landoddarnar fyri at vita, hvat hendir innan mentunarlívið og so haðani fáa íblástur. Nýggjari parturin av Listaskálanum eitt nú er úrslit av, at tey, ið hava skapað hann, hava fingið íblástur úr øðrum londum.
- Í Noregi er bæði innan kommunur og frá almennari síðu gjørdar ætlanir um, hvussu mentunarlívið eigur at verða ment. Eitt nú fylkið Sognefjordene hevur havt ein sera tilvitaðan og mennandi mentunarpolitikk, sum onnur øki í Noregi síggja upp til. Haðani eru ivaleyst nógv góð hugskot at heinta. Somuleiðis í Skotlandi, har nógv áhugavert hendir.
Føroyar framman fyri Grønland
Síðani í januar í 1996 hevur Jan Kløvstad verið stjóri í Mentunarhúsinum Katuaq í Nuuk í Grønlandi. Húsini lótu upp í 1997, og undirtøkan hevur verið ovurhonds stór. Hvør íbúgvi í Nuuk vitjar Katuaq í miðal 10 ferðir um árið. Tað eru serliga biografurin og kaffistovan, ið verða væl vitjað.
- Upprunaliga skuldi Katuaq vera ein mentunardepil sum Norðurlandahúsið, men vit valdu, at geva húsunum fleiri funksjónir. Mentunarhúsið Katuaq er tí bæði mentunarhús, biografur, listaskáli, kaffistovu og ráðstevnumiðdepil við 7.-8.000 gestum um árið, sigur Jan Kløvstad.
Loyndarmálið aftanfyri stóru undirtøkuna Katuaq hevur fingið, er lutvíst, at Mentunarhúsið er einasta av sínum slag í landinum, og at leiðslan í húsinum hevur drúgvar royndir ymsa staðni frá í Norðurlondum.
- Sjálvur havi eg nógvar royndir frá Norðurlandahúsinum og havi tikið við mær tað, sum eydnaðist væl. Munurin á at reka Katuaq og Norðurlandahúsið er fyri tað fyrsta, at í Grønlandi er eingin kapping við onnur mentunarhús, og fyri tað næsta, at øll skulu rinda fyri at brúka høli og funksjónir í Katuaq, meðan tað í Norðurlandahúsinum er ókeypis. At tað kostar at brúka Katuaq hevur gjørt tað, at vit hava fingið ein betri rakstur og at vit fáa meiri burtur úr hvørji einastu krónu, sigur Jan Kløvstad.
Av góðum royndum úr Norðurlandahúsinum í Føroyum, sum stjórin í Katuaq hevur tikið við sær til Grønlands, eru eitt nú á hvørjum ári at gera eina listaplakat og at skipa fyri eini summarframsýning við einum listafólki, har bók, kort og plakat verða givin út.
Grønlendska heimastýrið og Nuuk kommuna eiga Mentunarhúsið Katuaq, ið er hálva aðru ferð so stórt sum Norðurlandahúsið, og tey stuðla húsið við 9 milliónum krónum um árið. Ársumsetningurin liggur um 21 milliónir krónur um árið. Í summar tekur Juaaka Lyberth, sum tók lut á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali seinast, við stjórastarvinum í Katuaq.
- At grønlendingar taka so væl undir við Mentunarhúsinum merkir ikki tað sama sum, at grønlendingar hava størri virðing og fatan fyri mentan enn føroyingar. Í Grønlandi er eitt mentamálastýri eins og í Føroyum, men grønlendsku politikararnir hava ikki orðað eina mentapolitikk. Eitt notat er frá 1990, sum er eitt upplegg til ein grønlendskan mentapolitikk, uttan at har eru so nógvar leiðbeiningar. At Katuaq hevur fingið so góðan stuðul frá fólkinum kemst millum annað av, at í Grønlandi eru ikki so nógv onnur mentunartilboð. Nøkur stig eru og verða tikin, men mentanarpolitiskt liggja Føroyar langt framman fyri Grønland.
- Størsti munurin millum størvini hjá mær í Føroyum og í Grønlandi er, at í Føroyum sat eg eitt langt tíðarskeið sum tann einasti innan mentunarlívið sum hevði pengar, meðan eg í Grønlandi eri tann størsti biddarin. Vit hava pening til lønir, fastar útreiðslur, men tiltøk skulu fíggjast heilt frá botni av. Tí krevur tað ein heilt annan máta at hugsa uppá.
- Eg havi lært nógv av báðum mátunum. Við hvørt kundi eg hugsað mær sum í Norðurlandahúsinum at havt fríar hendur til at brúka so og so nógv til tiltøk. Frælsið hjá leiðsluni í Norðurlandahúsinum við at fáa ein ávísa upphædd frá Norðurlandaráðnum og av føroysku fíggjarlógini á hvørjum ári gevur eisini eina ábyrgd, og tá er umráðandi at finna javnvágina millum at hava so stórt vald í mentunarlívinum og so brúka tað við djúpari virðing fyri teimum fólkum í mentunarlívinum, sum ein samstarvar við. Og tað er avgjørt ein avbjóðing.
Hóast Mentunarhúsið Katuaq bert hevur verið opið í tvey ár, sæst longu, hvussu stóra ávirkan húsið hevur havt á mentunarlívið. - Grønlendingar hava fingið ein góðan karm um teirra mentan og hava fingið eitt stað, har teir kunnu vísa, hvat teir duga, sigur Jan Kløvstad.
Tíðliga í summar fer Jan Kløvstad úr stjórasessinum í Katuaq. Hann hevur ongar ítøkiligar ætlanir um framtíðina fyri fyrstu ferð í longri tíð.
- Eg fari heim til Noregs, til Arndal kommunu, har eg eigi eini hús, og har fari eg at skriva víðari uppá eina bók, eg eri í holt við, og annars at taka tað við ró sum heimagangandi pápi í eina tíð. So fái eg at síggja, hvat kemur undan kavi, sigur Jan Kløvstad at enda.
---
Íkast til orðaskiftið um mentapolitikk
Hetta er fimta samrøðan í eini greinarøð um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við støði í mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Vit fara í samrøðum og greinum at geva eitt íkast til orðaskiftið um ein framtíðar mentapolitikk. Komandi leygardag verður samrøða við Helga Fossádal, formann í Listafelag Føroya.