Norsk Kjøtt, ið er fyritøkan, ið marknaðarførir kjøt fyri norska landbúnaðin, vil ikki marknaðarføra seyðakjøt um sumrarnar, tí tá er prísurin á grillkotelettum og øðrum svínakjøti, ið er gott at grilla, væl hægri. Hetta ger, at rúgvan av norskum seyðakjøti alsamt veksur í norsku yvirskotsgoymslunum. Seinasta heyst var nøgdin av seyðakjøti í yvirskotsgoymslunum vorðin heili 42 tons. Hetta kjøtið var tá eisini vorðið so mikið gamalt, at neyðugt var at sleppa sær av við tað. Og hetta varð gjørt við at selja eitt ára gamla seyðakjøtið fyri undirprís til Føroya og til Ungarns.
Stórur prísmunur
Norska seyðakjøtið er væl umtókt í føroysku handlunum, orsakað av, at tað er munandi bíligari enn annað seyðakjøt. Kiloprísurin á norska kjøtinum liggur um 50 krónur, meðan kiloprísurin av seyðakjøti aðrastaðni frá liggur um 60 krónur.
Heldur sær leingi
Slaktarin í Miklagarði í SMS, Jørgen Jørgensen, sigur, at hann ikki heldur trupulleikan við norska seyðakjøtinum vera serliga stóran. Hann sigur, at seyðakjøt vanliga heldur sær í meira enn hálvtannað ár, um tað er væl pakkað og somuleiðis fryst við nóg nógvum kulda. Og norska seyðakjøtið, ið Miklagarður hevur selt, hevur ikki verið eldri enn hálvt ár, eins og kjøt aðrastaðni frá eisini er hálvt ár og eldri, tá tað kemur til Føroya.
Jørgen Jørgensen sigur, at íslendskt seyðakjøt ofta er 1 ára gamalt, tá tað kemur til Føroya. Men kjøtið er hóast alt gott, tí tað er væl pakkað og væl fryst.
Spurdur, hvussu føroyingar nágreiniliga kunnu vita aldurin á kjøtinum, ið innflutt verður, svarar Jørgen Jørgensen, slaktari, at hetta bert til. Hann sigur, pakkidagfesting á øllum kjøti, ið verður innflutt til Føroya, hevur fingið góðkenning frá heilsufrøðiligu myndugleikunum í ávísa landinum, og er hetta eisini galdandi fyri Noreg. Tí eigur keyparin at kunna vera vísur í pakkidagfestingini á norska seyðakjøtinum.
Mangla sjálvir seyðakjøt
Nettavisen vísir á, at heimamarknaðinum í Noregi vantar seyðakjøt hóast goymslurnar liggja inni við næstan hálvthundrað tonsum av slíkum. Kjøtið verður bert selt til Føroya fyri undirprís, og gevur hetta norsku bøndrunum eitt undirskot á 1,7 milliónir norskar krónur árliga.
Vita einki um málið
Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vita tey einki um, at gamalt norskt kjøt verður innflutt til Føroya. Tey vísa bert á, at tey hava havt eitt líknandi mál í 1994, tá gamalt og vánaligt bretskt kjøt varð innflutt til Føroya. Tó siga tey seg hava ætlanir at hava eitt vakið eyga við innflutninginum til Føroya.