Trupult at fáa framt játtanirnar ið Norðurlandaráðið samtykkir

- Fyri nøkrum mánaðum síðani samtykti Norðurlandaráðið at økja stuðulin til norðurlendsku málnevndirnar. Men játtanin er ikki komin á rætta stað enn, siga føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, ið seinasta summar løgdu uppskot fram at styrkja minstu málini í Norðurlondum.

Síðani seinasta løgtingsval - tað var í apríl í fjør - hava Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu, løgtingsmenn, umboðað Føroyar í Norðurlandaráðnum. Nógvir fundir hava verið hildnir síðani, í Finnlandi tvær reisur, í Oslo, á Álandi, og ein í Føroyum. Tað vóru summarfundirnir, ið vórðu hildnir í Læraraskúlahøllini í fjør, og teir eydnaðust sera væl.

Føroysku limirnir skutu tá upp á fyrsta sinni, at átøk vórðu gjørd til at styrkja minstu málini í Norðurlondum. Undirtøka fekst beinanvegin frá umboðum úr øðrum Norðurlondum, og á ársfundinum í Oslo í fjør varð uppskotið samtykt. Tað ber við sær, at kontoin, ið eitur "Stuðul til tær norðurlendsku málnevndirnar" verður hækkað úr góðari millión krónum um árið til slakar tvær milliónir.

Í frágreiðing til løgtingið í farnu viku, søgdu føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, at trupult tykist at vera, at fáa framt tær játtanir, sum Norðurlandaráðið samtykkir.

- Í sambandi við nevnda uppskot er játtanin soleiðis ikki komin á rætta stað enn, sigur Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu.

Norðurnevndin í Norðurlandaráðnum, har bæði føroysku umboðini sita í, hava annars viðgjørt seks mál seinasta árið.


Limirnir skifta ov ofta

Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu hava tosað við NORA - Norðurlendska Samstarvið, um hvussu meiri kann fáast burtur úr norðurlendska samstarvinum. Umboð fyri umleið 20 stovnar og feløg hava verið við á hesum fundum.

Tað hevur kanska verið til ávísan ampa, at norðurlandaráðslimirnir skifta so ofta, tí sum øllum kunnugt, fevnir arbeiðið í Norðurlandaráðnum vítt.

- Umráðandi er at varðveita somu limirnar sum longst, tí tá fæst mest burtur úr fyri Føroyar.

Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum eru sum nevnt limir í Norðurnevndini. Áðrenn valið sótu Marita Petersen og Jørgen Niclasen, og eftir valið Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu. Jørgen Niclasen hevur umframt verið limur í Handikap-politisk Råd, til hann eftir at hava tikið við sum landsstýrismaður, segði henda sessin frá sær. Jógvan við Keldu er valdur at yvirtaka henda sessin eftir Jørgen Niclasen.


Vit eiga at gjalda

Føroyar eru partur av donsku luttøkuni. Í hesum sambandi hava Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu ført fram fyri landsstýrinum, at tað er skeivt, at Føroyar ikki rinda sjálvar.

- Eitt er, at Føroyar fáa lut í danska partinum, men at danski ríkiskassin eisini rindar føroyska partin av fíggjarætlan Norðurlandaráðsins meta vit at vera skeivt. Hetta eigur ikki bert at verða tikið upp, men eisini gjørt nakað við, sigur teir báðir.

Dan R. Petersen er limur í javnaðarflokkinum, og tá politisk mál verða viðgjørd, atkvøður hann har. Somuleiðis sum Jógvan við Keldu er limur í konservativa flokkinum og er í viðgerðini í tí flokkinum.

- Vit meta, at hesir báðir bólkar eru so mikið stórir, at eru vit inni í hitanum har, ber til at fáa ávís arbeiði framd. Eisini er umráðandi, at føroyska sendinevndin hevur fastan skrivara, ikki so at skilja, at hann einki annað kann gera, men at hann ávísa tíð er settur av til hetta arbeiðið. Tað hevði komið okkum undirritaðu væl við. Arbeiðið er nevniliga rættiliga víðfevnt og tað eru royndir politikarar, vit arbeiða saman við, siga Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu.


Vilja hava frálæru

Føroysku umboðini kundu hugsað sær at fingið í lag nærri samstarv við norðurlandaráðsskrivstovuna í Keypmannahavn. Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu ætla at fáa frálæru í, hvussu málini, frá tí tey koma upp, og tey verða viðgjørd, til tey verða samtykt, og síðani framd í verki.

- Í hesum sambandi er eisini neyðugt, at rúmari tíð verður givin skrivara okkara. Framlagda uppskotið til samtyktar kann hava fíggjarligar avleiðingar, um so er, at lógir skulu setast í verk fyri Føroyar.

- Umráðandi er, at vit eru við til at gjalda og ikki bara eru við í kjalarvørrinum. Somuleiðis er umráðandi, at tær lógir, ið verða samtyktar fyri øllum Norðurlond, eisini kunnu verða galdandi fyri Føroyar, men tá skulu tær sjálvandi samtykkjast á Føroya løgtingi.

- Tað er eingin ivi um, at Føroyar kunnu fáa meiri burtur úr norðurlendska samstarvinum á so mangan hátt. Hetta verður við, at vit í samráð við flokkar okkara og í sambandi millum skrivara okkara og ráðsskrivstovuna í Keypmannahavn fara at gera meiri við. Eisini er ynskiligt, at tættari samstarv var ímillum norðurlandaráðslimirnar og tey landsstýrisumboð, ið møta í Ráðharraráðnum, siga føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu, at enda í frágreiðing til løgtingið.