Tað varð rópt »Grindaboð!« í Havn fyrrapartin sunnudagin. Ikki sum í gomlum døgum, gamaní, men tað fór sum rótasúpan gjøgnum býin, at nú var eitt kók í væntu.
Og tað var ikki eiti á kók tá til stykkis kom.Trý kvart skinn upp á mannin, og tað er meir enn sjáldsamt á høvuðsstaðarleiðini, men meir um tað seinni.
Ein bátur hevði funnið grindina við Stongina og eftir sjóvarfallinum var skilabest, at reka hana til Havnar.
Grindaboð kunnu fáa sjálvt tann besta mannin at leypa úr sínum góða skinni, og tað var júst tað sum hendi sunnumorgunin.
Um drápið sunnudagin bar heitið »Hvør fjøl á flot«, so hevði tað ikki verið mætari enn tað sama, so nógvur bátur var í fjørðinum.
Russarnir, staklarnir, lógu úti á Redini, og Gud veit hvat teir hava hugsað, tá teir sóu allar bátarnar koma tørnandi út í fjørðin við Tjaldrinum á odda.
Eru teir vornir óttafullir, so skal eingin siga teir ringar fyri tað. Kalda kríggið er liðugt, men eingin veit, um ikki føroyingar eru sinnaðir at leypa á russisk skip ...
Nú spældi alt væl av kortini, og russisku skipini komu inn at Bacalao-bryggjuni at liggja, beint við har grindin varð skorin upp.
So eftir óttan, hava teir fingið eina uppliving fyri lívið.
Stór grind - í Havn
Meðan gingið var á bátabrúgvunum i høvuðsstaðnum hoyrdust søgur um, at talan var um eina stóra grind. Í hvussu er eftir mátistokki hjá havnamonnum.
Tí høvdu menn vónir um, at henda grindin fór at hilnast betri enn aðrar undan henni, og tá samanumkom vísti hetta seg eisini at vera á góðari leið.
Raksturin gekk nøkunlunda. Hon hevði hug at steðga á onkra løtuna, men av tí at alt var væl skipað, var eingin sum skundaði undir.
Tá komið var inn ímóti »Nyhavn« steðgaði hon aftur og royndi at sleppa burtur, men har var bara ein farandi leið - inneftir.
Gekk skjótt
Tá komið var inn móti sandinum kom riðilin av fólki oman at taka ímóti og frá tí at fyrsti hvalurin var skorin á Háls til seinasti hvalurin var tað, gingu um tjúgu minuttir, so tað má sigast verða væl avgreitt.
Tað gekk kanska eitt sindur striltið at fáa teir seinastu heilt inn at sandinum so menninir har inni sluppu eftir teimum, men kortini var alt avgreitt eftir tjúgu minuttum.
Hvalirnir vóru, sum siður er, sleipaðir inn á Bacalao bryggjuna, har teir vóru merktir. Av tí at so nógvir bátar vóru við, tók hetta heldur ikki serliga langa tíð, og tá klokkan var farin um hálvgun eitt seinnapartin var merkingararbeiði og útrokningin tað einasta sum eftir var.
Trýkvart skinn
Seðlarnir komu út um sjey tíðina sunnukvøldið og tað vísti seg, at partarnir hilnaðust nógv betri enn teir flestu væntaðu tá teir sóu talið av bátum í fjørðinum og menninar á sandinum.
132 hvalir løgdu beinini, segði Leivur Hansen, býráðsformaður, og teir vóru upp á íalt 1360 skinn.
Hetta skuldi býtast á teir íalt 1273 tilmeldaðu menninar og bátarnar, og tá alt var farið burtur av, sum plagar at fara tá grind verður hildin til í Havn, vóru trý kvart skinn upp á mannin.
? Hetta eru søguliga stórir partar í Havn, segði býráðsformaðurin, tá hann býtti seðlarnar út.
Og rætt hevur hann, tí tað er meiri enn so komi fyri, at partarnir hava verið 1/10 parts skinn, so lagið var gott á monnum sunnukvøldið.