Orðloysingur ella?

Við sínum uppskoti um útbúgvingarstuðul hevur Signar á Brúnni, landsstýrismaður, stungið sínar egnu partamenn í ryggin og gjørt teir til orðloysingar. Valyftini munna svíða illa hjá øllum tykkum ungu, ið valdu tjóðveldisflokkin aftan á tey gyltu lyftini í valstríðnum seinasta vár.

Nú kom so uppskotið um útbúgvingarstuðul aftur á tingborð, og tað er so eiðasørt, at tað líkist tí, ið hesar kvinnur og hesir menn, ið valdir vórðu, góvu føgur lyfti um.

Tey garteraðu í í hvørjum túni, í hvørjum skoti og í hvørjari stovu á miðnámsskúlunum runt landið, og hetta er so úrslitið.


Aldurin

Verður hetta uppskotið viðtikið, so hava tit, ið valda her í samfelagnum, sett tann yngra partin av miðnámsnæmingunum í eina ringari støðu viðvíkjandi peningaorku, og foreldrini svíða fyri tað. Tær nýtist ikki tann stóra kunnleikan at fata, at útreiðslurnar hjá einum miðnámsnæmingi eru tær somu og hava einki við aldurin at gera. Ein bók kostar tað sama at keypa hjá einum seytjan ára gomlum sum hjá einum átjan ára gomlum, og alt annað í samfelagnum kostar tað sama. Somuleiðis hava tey ungu á hesum aldri næstan somu áhugamál í frítíðini, og tú skalt gjalda allastaðni.


Áhugin

Við hesum uppskotinum eru tit við til at drepa áhugin hjá teimum dúgligu og ofta ógvuliga dugandi ungu, sum vilja sleppa skjótt ígjøgnum miðnámsútbúgvingina fyri so at byrja upp á lestur ella annað, ið skal menna tey til eitt starv í vinnulívinum. Fara øll nú at bíða, til tey eru fylt átjan, áðrenn tey søkja inn á miðnámsskúlarnar, so verða tey alt ov gomul, tá ið tey einaferð eru liðug við einhvønn lærdóm, ið gevur teimum førleika at virka í samfelagnum.


Vinnulívið

Á hesum øki fylgja tit politikkarar alt ov illa við, hvat vinnulívið í grannalondunum sigur um tey lesandi. Í vetur heva verið ógvusligar atfinningar at útbúgvingunum, tí tá ið ein lesandi, sum í meðal er um tríogtjúgu við lestrarbyrjan, endiliga er liðugur, er hann um tey tríati, og tað halda teir er í minsta lagi trð til fýra ár ov gamalt. Tað ávirkar viljan og evnini at gera seg galdandi í tí ógvuliga fjølbroytta og skjótt skiftandi vinnulívinum í dag og framyvir.


Grannarnir

Tey ungu hjá okkum samanbera seg sjálvsagt við tey ungu í grannalondunum og serstakliga í Danmark, ið vit enn eru í ríkisfelagsskapi við.

Nakað fyri jól var ein sending í útvarpinum, har ung undir útbúgving og landsstýrismaðurin, Signar á Brúnni, skiftu orð. Eg vil siga, at tað var ein sonn frøi at hoyra, hvussu væl tey ungu málbóru seg og vistu um viðurskiftini. Og so høvdu tey eina greiða fatan av, hvussu útbúgvingarstuðulin kundi skipast, men tað vóru bert ússaligar undanførslur og uttanumtos hjá landsstýrismanninum.

Í Danmark fáa næmingarnir bøkurnar ókeypis til láns frá skúlanum, og so fáa tey busskoyringina ella koyringina í toki ókeypis, samstundis sum stuðulin er væl hægri. Teir lata ikki stuðul til tey undir átjan, men tað er av øðrum grundum, t. d. av teimum mongu eftirskúlunum, ið frammanundan fáa í yvirflóð av stundingi. Eisini eru fleiri ymiskar sosialar veitingar, ið vit ikki hava, til tey ungu, ið ikki hava tey heimligu viðurskiftini í lagi og tí ikki megna at gjalda eina miðnámsútbúgving.


Álitið

Hvussu skulu tey ungu líta á myndugleikarnar, tá ið tey verða viðfarin á henda hátt. Tey eru so sjálvstøðug og duga so væl at skyna á, at tey við slíkari viðferð fara at venda tykkum bakið. Hvussu skulu vit reypa av okkara góða ungdómi, okkara virðismesta tilfeingi, tá ið vit hava so lítla virðing fyri teimum og foreldrum teirra, at vit skerja teirra møguleikar at byrja miðnámsskúlan beint eftir 9. ? ella 10. flokk. Hvat álit og hvørja virðing koma tey at kenna fyri einum slíkum samfelag? Fara tey at koma aftur at virka her í vaksnamannalívinum? Eg eri stórliga bangin fyri, at tey takka fyri seg og verða burturi í útlondunum, tá ið tey einaferð eru farin.


Smápengar

Ætla tit at spara, so eru hatta smápengar. Men tað hevur víst seg hesi seinastu mongu árini, at potitikkarar okkara elska at spara smápengar, sum í veruleikanum høvdu gjørt stóra nyttu, meðan teir við himmalvendum eygum algoystir tosa um milliardaíløgur, sum teir innast inni vita, ikki allar gerast veruleiki í teirra tíð. Til komandi fíggjarlóg vil eg geva tær Signari á Brúnni hesi ráð. Set tað trífalda av til Skúlabókagrunninin og Landsmiðstøðina, samstundis sum Miðnámsskúlarnir fáa pening játtaðan til bókakeyp til allar næmingarnar. Sjálvt um summir halda, at hetta er nógv, so eru hatta smápengar, ið muna og verða til nyttu og gleði fyri mong.


Komandi veljarar

Øll, ið ganga á fyrsta ári, og sum byrja í miðnámsskúlunum tey næstu tvey árini, eru veljarar til komandi val, og tað er fyri meg so upplagt, at eingin av hesum nýggju veljarunum fer at atkvøða fyri teimum løgtingsmonnum, ið fara at atkvøða fyri stuðulslógini í tí líki, hon nú fyriliggur. Tað er mín áheitan til tykkum ungu: minnist til hetta valdagin komandi.

Aðalmálið við stuðulslógini má vera, at stuðulin tekur við frá fyrsta degi í miðnámsskúlanum. Hetta hevði tjóðveldisflokkurin í síni valskrá og somuleiðis javnaðarflokkurin. Hvussu man Signar á Brúnni klára at koma við undanførslum fyri hesum á flokstinginum hjá flokkinum, ið verður komandi vikuskifti. Vallyftini munnu svíða illa hjá øllum tykkum mongu ungu, ið valdu tjóðveldisflokkin aftan á tey gyltu vallyftini seinasta vár.


Johan Joensen

Tvøroyri