havi valt at stilla upp fyri fólkaflokkin í Tórshavn. Grundin til at eg velji at stilla upp, er tí eg ynski at gera mun. Eg vil gera mítt besta fyri at verða eitt gott umboð fyri allar borgarar í Tórshavnar [...] Her eru nøkur av mínum hjartamálum, sum eg ynski at arbeiða fyri: - Bøta um bústaðarviðurskiftini í allari kommununi - Góðar og betri karmar til vinnufyritøkur - Arbeiði uppá Tórshavnar havn skal gerðast [...] Allur ítrótturin skal framhaldandi fáa betri karmar at virka undir - Fríðtíðarkortið til ungdómin - Betri møguleikar til barnaansing í allari kommununi - Parkeringsviðurskiftini skulu betrast í miðbýnum og
Cornelius fyri opnum máli til 4-0 eftir innlegg úr høgru. Føroyar hava ongantíð tapt við meiri enn fýra málum ímóti Danmark, men nú kann ikki sigast annað, enn at tað er stórt sannlíki fyri, at soleiðis [...] gjørdi Sonni Ragnar Nattestad klossut brotsspark, sum Christian Eriksen umsetti til mál, og so gingu tað bara fýra minuttir, til Danmark var frammanfyri 3-0. Ein av nýggju monnunum, Joakim Mæhle, skoraði eftir [...] Seinni parturin av fyrra hálvleiki í landsdystinum í Herning ímóti Danmark hevur verið dýrur fyri Føroyar. Tá ið hálvleikurin var um at vera hálvrunnin, eydnaðist tað loksins Danmark at fáa hol á. Talan
45% fram til 2030, sammet við 2010, fyri at avmarka fylgjurnar av veðurlagsbroytingum, eins og samtykt var at gera við París sáttmálanum, sum Føroyar hava bundið seg til. - Hvat ætla valevnini til komandi [...] vit mugu seta átøk í verk beinanvegin fyri at basa teimum. Hesi átøk eru tilreiðar at gera Føroyar meira sjálvbjargnar og burðardyggar. - Men er politiski viljin til staðar at raðfesta og fremja neyðugu [...] komandi løgtingsval ítøkiliga at gera fyri at røkka hesum máli? Hetta koma umboð úr teimum 8 politisku flokkunum, sum stilla upp til komandi løgtingsval, at kjakast um. ##med2## Serkønir faktatjekkarar Áðrenn
smáu oyggjunum. – Vit mugu skipa soleiðis fyri, at fólk, ið vilja seta búgv uttan fyri høvuðsstaðarøkini, eisini skulu kunna rokna við eini tænastu, sum fyri okkum í meginøkjum er púra natúrlig, sigur [...] hava fyri at fáa lán, og hvussu tey annars kunnu verða javntsett við tey, sum búgva í meginøkinum. Óluva Klettskarð sigur, at tey, sum reka vinnu, eru í somu støðu, tí tey fáa heldur fígging til virksemið [...] ikki vildu fíggja eina íløgu til ferðavinnuna, hóast eini 17.000 ferðafólk eru í oynni um árið. Tað almenna útjavningarstuðul, flutningsskyldu, og aðrar fyriskipanir til útjaðaraøkini. Spurningurin er
støðum, og halda at okkara krøv eru rímilig. Hetta fyri at Chapecoense kann koma fyri seg aftur, og fyri at vísa at man stendur saman um missin fyri brasilskan fótbólt. Forsetarnir í Coritbia, Corinthians [...] veita stuðul og hjálp til Chapecoense. Vit vilja tí boða frá at vit vilja veita Chapecoense hendan stuðul. 1. At teir kunnu leiga spælarar frá okkum fyri ongar pengar. 2. Fyrispurning til brasilska fótbólt [...] e, sum dagliga spælir í bestu brasilsku deildini. Teir skuldu til Kolumbia at spæla finalu í Copa Sudamericana, sum svarar nøkunlunda til tað sama sum Europa League í okkara høpi. Mestsum allur hópurin
trygt kunnu ringja til teirra. Ráðgevingin gongur fyri seg umvegis telefon, kjatt og brævkassa. Avtalan, sum er gjørd millum Trygd og Barnabata, er stuðul til at halda grundskeið fyri nýggjum og royndum [...] avtaluna, og at vit kunna vera við til at styrkja tað arbeiði, sum Barnabati ger fyri børn og ung í Føroyum, sigur Janus Thomsen frá Trygd. Børn og ung kunnu venda sær til hesa ráðgevingina við alskyns spurningum [...] ráðgevarum, og tí eru vit fegin um, at tað nú ber til at halda hesi skeiðini, sigur Alice Simonsen frá Barnabata. Barnabati fer eisini at skipa fyri øðrum skeiðum fyri øllum starvsfólkum og øðrum, ið eru um børn
tað og síggja myndir. Stuttligt var eisini altíð at koma norður til Áir, tá tit komu aftur av stórhvalaveiðu. Tú vart sera sterkur og væl fyri – nakað, eg altíð havi verið inspireraður av. Raskur, dugnaligur [...] Men tað, eg helst komi at minnast teg mest fyri, er títt lyndi: Tú vart so einastandandi góðlyntur, hjálpsamur og rættvísur. Tað er nakað, eg royni at taka til mín og liva eftir. Hetta eru alt orð, eg ongantíð [...] ongantíð fekk sagt tær, meðan tú enn vart á lívi – tíverri. Men eg vil takka tær fyri alt tað, tú hevur verið fyri meg, elskaði gubbi. Friður veri yvir minninum um teg, góði – Jesus pápi fylgi tær. Herman
millum 200-300 børn og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við. Aldurin fyri luttøku er 8 ár og eldri. Nakrir bólkar hava eisini verið fyri vaksin, ið hava mist børn. Børnini og tey ungu møtast aðru hvørja viku [...] í hølunum hjá heilsusystrini í Eysturskúlanum. Sjálvhjálparbólkarnir virka fyri, at børnini og tey ungu gerast betri før fyri at handfara sorgina yvir mista foreldrið/systkini. Við serkønari hjálp og [...] saman um felags upplivingar, kenslur og tankar. Á henda hátt hava tey sum frálíður størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum. Berin merkir
sum lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Oyðubløð til uppstilling av valevnum eru at fáa á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu og við at venda sær til Miðlan. Í viðtøkunum fyri eldraráðið, sum býráðið [...] hava týdning fyri tey eldru, og eigur at samarbeiða við kommunustýrið fyri at tryggja, at atlit verður tikið til ynski og tørv hjá teimum eldru. Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at vitan [...] Av tí at ov fá higartil hava stillað upp, er avgerð nú tikin um, at valið til eldraráð í Klaksvíkar Kommunu verður útsett til týsdagin 27. mars 2012 í býráðshøllini, og skulu vallistar latast valnevndini
Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, er sinnað at tosa um møguleikan fyri at geva løgregluni í Føroyum betri møguleikar fyri at avlurta telefonsamrøður, tá ið illgruni er um brotsverk við rúsevnum. [...] longri tíð hevur løgreglan í Føroyum ikki dult fyri, at tað, sum stendur ovast á ynskilistanum í royndunum at basa rúsevnum, er at fáa betri møguleikar fyri at brúka framkomna tøkni at avlurta telefonir [...] er neyvan um eina rokning, sum eigur at loypa ræðslu á nakran og at vit fara at fáa stóran vinning fyri rættiliga lítlar pengar. Annika Olsen, landsstýriskvinna sigur, at hesin spurningurin hevur ikki verið