Elskaða gubba mínum Herman til minnis

Hevði eg bara vitað, tá eg fór av landinum aftur eftir jóla- og nýggjárshøgtíðina, at eg ongantíð aftur skuldi fáa møguleikan at tosa við teg, Gubbi, so hevði tað verið so ótrúliga nógv, eg tá hevði viljað sagt tær og takkað tær fyri.

Tí eg havi av sonnum nógv at takka tær fyri, og hóast eg ongantíð segði tær tað í orðum, so eri eg fullvísur í, at tú veitst, hvussu góður, eg var við teg. Seinastu ferðina vit sóust – og skiltust, segði tú sum vant. ”Hav tað gott, góði – Jesus-pápi fylgi tær”.


Sum elsti pápabeiggi og gubbi mín átti tú í stóran mun leiklutin sum abbi mín í faðirætt. Mær untist ongantíð at uppliva abba mín. Nógv av dýrastu barndómsminnum mínum havi eg í Klokkaragøtu hjá tær og ommu. Heimið hjá tykkum var mítt annað heim; har var eg nógv eftir skúlatíð – hevði eisini nógv vinfólk har í grannalagnum.


Upp á nógvar mátar hevur tú altíð verið mín stóra fyrimynd – mín hetja. Tú hevði Hvítaklett og skeyt stórhval, tá eg var smádrongur – tað var altíð spennandi at hoyra um tað og síggja myndir. Stuttligt var eisini altíð at koma norður til Áir, tá tit komu aftur av stórhvalaveiðu.


Tú vart sera sterkur og væl fyri – nakað, eg altíð havi verið inspireraður av. Raskur, dugnaligur og arbeiðssamur vart tú sum fáur. Men tað, eg helst komi at minnast teg mest fyri, er títt lyndi: Tú vart so einastandandi góðlyntur, hjálpsamur og rættvísur. Tað er nakað, eg royni at taka til mín og liva eftir.


Hetta eru alt orð, eg ongantíð fekk sagt tær, meðan tú enn vart á lívi – tíverri. Men eg vil takka tær fyri alt tað, tú hevur verið fyri meg, elskaði gubbi.


Friður veri yvir minninum um teg, góði – Jesus pápi fylgi tær.


Herman Mohr Hermansen, Malmö 27. február 2010