Eg havi valt at stilla upp fyri fólkaflokkin í Tórshavn. Grundin til at eg velji at stilla upp, er tí eg ynski at gera mun. Eg vil gera mítt besta fyri at verða eitt gott umboð fyri allar borgarar í Tórshavnar kommunu. Fái eg tykkara stuðul skal mín arbeiðsinnsatsur ikki liggja eftir.
Her eru nøkur av mínum hjartamálum, sum eg ynski at arbeiða fyri:
- Bøta um bústaðarviðurskiftini í allari kommununi
- Góðar og betri karmar til vinnufyritøkur
- Arbeiði uppá Tórshavnar havn skal gerðast liðugt
- Vinnugrundstykkir skulu útvegast
- Stóratjørn verkætlanin skal í gongd sum skjótast
- Eldraøkið skal framhaldandi mennast og betrast í allari kommununi
- Allur ítrótturin skal framhaldandi fáa betri karmar at virka undir
- Fríðtíðarkortið til ungdómin
- Betri møguleikar til barnaansing í allari kommununi
- Parkeringsviðurskiftini skulu betrast í miðbýnum og í býnum sum heild
- Gongd skal setast á uttara ringvegin, soleiðis at skil kann fáast á ferðsluni
- Innandura spæliland í Tórshavn
- Seta gongd á bygging av nýggjari svimjihøll, har altjóða kappingar kunnu verða
- Umframt alt hettar skal tryggjast, at viðlíkahald av kommunalum ognum er nøktandi.
Eg ynski eina góða og sterka kommunu, har fólkið og vinnan hevur tað gott.
Eg fari at leggja nógva orku í at fáa míni hjartamál gjøgnumførd.
Tað er mítt ynski, at Tórshavnar komuna skal verða besta kommunan fyri øll, bæði ung og gomul. Trivnaðurin skal verða í hásæti, og tað skal framhaldandi verða gott at búgva í Tórshavnar kommunu.
Eg vóni at eg kann fáa tína atkvøðu, soleiðis at eg kann verða títt umboð í Tórshavnar kommunu.
Set X við Dánial Hansen á lista A.