Fólk á útoyggj, og á smáplássum annars, hava ikki líka góðar møguleikar at seta búgv, sum tey, ið búgva í meginøkinum í landinum.
Tað staðfestir Ólvuva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
Og tað er tí at bankarir eru trekir at veita fólki lán, ið ætla sær at seta búgv á smáplássum og á útoyggj. Og onkur sigur bart út nei at fíggja ein bústað, hóast fólk hava nóg mikið av inntøku til at rinda lánið afttur við.
Og nú vil hon hava partakvinnuna, Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at greiða frá, hvat hon ætlar at gera við tað.
Hon vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvørjar møguleikar fólk, ið ætla at seta búgv á útoyggj ella á smáplássum kring landið, hava fyri at fáa lán, og hvussu tey annars kunnu verða javntsett við tey, sum búgva í meginøkinum.
Óluva Klettskarð sigur, at tey, sum reka vinnu, eru í somu støðu, tí tey fáa heldur fígging til virksemið.
Herfyri frættist um eitt dømi úr Mykinesi, har fíggingarstovnar ikki vildu fíggja eina íløgu til ferðavinnuna, hóast eini 17.000 ferðafólk eru í oynni um árið.
Tað almenna útjavningarstuðul, flutningsskyldu, og aðrar fyriskipanir til útjaðaraøkini. Spurningurin er, um landsins myndugleikar skulu, ella kunnu, áleggja privatum fíggingarstovnum, og teimum, landið eigur í, ella eigur heilt, at veita fígging kring alt landið.
Óluva Klettskarð staðfestir, at Útoyggjafelagið hevur mangan víst á hendan trupulleikan, og útoyggjaálitið nevnir møguleikan við einum fíggingargrunni at stuðla undir, at vinnuligt virksemi verður sett stovn á smáu oyggjunum.
– Vit mugu skipa soleiðis fyri, at fólk, ið vilja seta búgv uttan fyri høvuðsstaðarøkini, eisini skulu kunna rokna við eini tænastu, sum fyri okkum í meginøkjum er púra natúrlig, sigur løgtingskvinnan.









