Sjálvhjálparbólkurin Berin aftur til verka

Sjálvhjálparbólkurin bleiv stovnaður í 2003. Endamál Berans er, at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Higartil hava millum 200-300 børn og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við. Aldurin fyri luttøku er 8 ár og eldri. Nakrir bólkar hava eisini verið fyri vaksin, ið hava mist børn.

Børnini og tey ungu møtast aðru hvørja viku kl. 16-18 í hølunum hjá heilsusystrini í Eysturskúlanum.

Sjálvhjálparbólkarnir virka fyri, at børnini og tey ungu gerast betri før fyri at handfara sorgina yvir mista foreldrið/systkini. Við serkønari hjálp og vegleiðing, práta tey saman um felags upplivingar, kenslur og tankar. Á henda hátt hava tey sum frálíður størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.

Berin merkir á donskum lysning, ofta brúkt sum en lysning i skoven, eitt stað, har sólin altíð sleppur framat. Á føroyskum kunnu vit eisini brúka hugtakið berajól, sita á berajólum, uttan verju, nakað sum tey, ið mist hava, kenna alt ov væl. Harumframt kann navnið Berin, fáa ein at hugsa um at bera. Lyfta vit í felag, kennist byrðan lættari.

Búmerkið, er ímyndin av lívinum við sínum ljósu og myrku síðum. Tað skal minna okkum á, at sjálvt tá tað sær svartast út, ber til at leita eftir glottum. Og tá ið alt sær ljóst út, er tað tann svarta rípan, sum ger mynstrið.

Tey, ið hava áhuga í at vita meira, eru vælkomin at hyggja inn á heimasíðuna hjá Beranum www.berin.fo