Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, er sinnað at tosa um møguleikan fyri at geva løgregluni í Føroyum betri møguleikar fyri at avlurta telefonsamrøður, tá ið illgruni er um brotsverk við rúsevnum. Tað sigur hon við Portalin.
Í grein í vikuni staðfesti hon, at rúsevnasmugling er ein tikkandi bumba undir føroyska samfelagnum Hon fegnast um arbeiðið hjá løgregluni, men situr samstundis við einum ótta um, at tað, sum løgreglan finnur av rúsevnum, bara er toppurin á ísfjallinum.
Annika Olsen segði, at vit mugu taka rúsevnistrupulleikan í størsta álvara og at myndugleikar og politikarar her hava eina ovurstóra uppávu at loysa. Í longri tíð hevur løgreglan í Føroyum ikki dult fyri, at tað, sum stendur ovast á ynskilistanum í royndunum at basa rúsevnum, er at fáa betri møguleikar fyri at brúka framkomna tøkni at avlurta telefonir við.
Men hetta er mest ein fíggjarligur spurningur, hóast ein politistur segði við Sosialin fyrr í ár, at talan er neyvan um eina rokning, sum eigur at loypa ræðslu á nakran og at vit fara at fáa stóran vinning fyri rættiliga lítlar pengar.
Annika Olsen, landsstýriskvinna sigur, at hesin spurningurin hevur ikki verið á hennara borði, hóast at hon hevur hoyrt hendan møguleikan nevndan.
- Men er hetta eitt ynski frá løgregluni, eri eg sjálvandi sinnað at viðgerða spurningin, sigur Annika Olsen.
- Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at løgreglan er so væl útgjørd sum møguligt í royndunum a basa rúsevnum og eg kundi væl hugsað mær at kannað málið nærri, leggur hon afturat.
Men hon staðfestir kortini, at telefonavlurting er eitt álvarsligt inntriv í persónliga frælsið og at tað tí er ein spurningur, sum skal viðgerast við allar størsta varsemi.