Trygd stuðlar ráðgeving til børn og ung

Trygd ger nú sítt til, at tryggja, at virksemið hjá ”Tú & Eg” ráðgevingini hjá Barnabata, kann halda fram.

Hetta er ein ráðgeving børn og ung kunna leita sær ráðgeving um alskyns viðurskifti.

Í hesum sambandi hava Barnabati og Trygd gjørt stuðulsavtalu um undirvísing og skeið í 2011.

- Vit fegnast um avtaluna, og at vit kunna vera við til at styrkja tað arbeiði, sum Barnabati ger fyri børn og ung í Føroyum, sigur Janus Thomsen frá Trygd.

Børn og ung kunnu venda sær til hesa ráðgevingina við alskyns spurningum, trupulleikum ella evnum, ið tey hava tørv á at tosa við ein vaksnan um. Ráðgevararnir hava allir viðkomandi útbúgvingar og royndir við børnum og ungum. Teir eru eisini dulnevndir, soleiðis at børn og ung trygt kunnu ringja til teirra. Ráðgevingin gongur fyri seg umvegis telefon, kjatt og brævkassa.

Avtalan, sum er gjørd millum Trygd og Barnabata, er stuðul til at halda grundskeið fyri nýggjum og royndum ráðgevarum.

- Tað er stórur tørvur á nýggjum ráðgevarum, og tí eru vit fegin um, at tað nú ber til at halda hesi skeiðini, sigur Alice Simonsen frá Barnabata.

Barnabati fer eisini at skipa fyri øðrum skeiðum fyri øllum starvsfólkum og øðrum, ið eru um børn.

Eitt av hesum skeiðum er um Børn og kynslív, har danski sálarfrøðingurin, Mimi Strange, fer at greiða frá kynsligari menning hjá børnum og hvat eyðkennir eitt barn, ið av ymiskum orsøkum hevur ein skemmandi atburð mótvegis øðrum børnum. Endamálið við skeiðinum er at geva starvsfólkunum nýggjastu vitanina um børn og kynslív.

Á myndini er tað Janus Thomsen, stjóri á Trygd og Alice Simonsen frá Barnabata.