Tað stendur illa til í Herning

Eftir fyrra hálvleik í landsdystinum í Herning ímóti Danmark liggja Føroyar undir 4-0

Seinni parturin av fyrra hálvleiki í landsdystinum í Herning ímóti Danmark hevur verið dýrur fyri Føroyar.

Tá ið hálvleikurin var um at vera hálvrunnin, eydnaðist tað loksins Danmark at fáa hol á. Talan var um óheppið mál skilt á tann hátt, at tað var eftir danskt horna, at tað eftir danskt langskot endaði við, at bólturin umvegis beinini á føroyskum spælara snýtti Teit Matras Gestsson og endaði í málinum.

Fimm minuttir seinni gjørdi Sonni Ragnar Nattestad klossut brotsspark, sum Christian Eriksen umsetti til mál, og so gingu tað bara fýra minuttir, til Danmark var frammanfyri 3-0. Ein av nýggju monnunum, Joakim Mæhle, skoraði eftir sending frá Barcelona spælaranum Martin Braithwaite.

Dygst undan steðginum stútaði Dan Cornelius fyri opnum máli til 4-0 eftir innlegg úr høgru.

Føroyar hava ongantíð tapt við meiri enn fýra málum ímóti Danmark, men nú kann ikki sigast annað, enn at tað er stórt sannlíki fyri, at soleiðis fer tað at verða í kvøld.

Føroyska liðið legði bragdliga fyri, og fyrsta stóra korterið vóru tað spentar støður í og kring danska brotsteigin. Síðani Danmark eftir smáum tíggju minuttum skoraði trý mál, var føroyska liðið leingi lítið í álopsstøði. Tríggjar minuttir undan steðginum var møguleikin tó risastórur, tá ið Andreas Lava Olsen eftir gott uppspælt átti at havt minkað um munin, men Kasper Schmeichel bjargaði, og nøkur sekund seinni stórbjargaði Teitur Matras Gestsson í føroyska málinum, og so varð skorað til 4-0.

Tað hava verið trupulleikar í báðum borðunum, og tað er hugsandi, at føroyska liðið í seinna hálvleiki fer at verða eitt sindur øðrvísi skipað skilt á tann hátt, at tað fer at verða størri fokus á at byrja fyri í borðunum.

##ms##