Valið til eldraráðið er útsett

Av tí at ov fá higartil hava stillað upp, er avgerð nú tikin um, at valið til eldraráð í Klaksvíkar Kommunu verður útsett til týsdagin 27. mars 2012 í býráðshøllini, og skulu vallistar latast valnevndini í seinasta lagi týsdagin 28. februar 2012.

Tað sigur Klaksvíkar býráð á heimasíðu síni.

Eftir tilmæli frá Sosialu nevnd og Fíggjarnevndini samtykti býráðið á býráðsfundi 18. oktober 2011 at seta á stovn eldraráð í Klaksvíkar Kommunu.

Valskeiðið er 4 ár. Fyrsta valskeið eldraráðsins verður frá 1. mars 2012 til 31. desember 2016

At fyrireika valið er sett ein trímanna valnevnd við hesum limum:

• Anna Maria Joensen, forkvinna, umboðandi Sosialu deild,

• Hans J. Heinesen, umboðandi Fólkayvirlitið, og

• Maria Thorsteinsson, umboðandi býráðumsitingina annars.

Vallistar skulu verða nevndini (Miðlan) í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. februar 2012.

Saman við valevnisfráboðanini eigur at fylgja undirskrift hjá minst 5 stillarum, sum lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið.

Oyðubløð til uppstilling av valevnum eru at fáa á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu og við at venda sær til Miðlan.

Í viðtøkunum fyri eldraráðið, sum býráðið hevur samtykt, er ásett:

• Eldraráðið er ráðgevi hjá kommununi og fær í lag samskifti millum eldru borgarnar og kommununa.

• Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru, og eigur at samarbeiða við kommunustýrið fyri at tryggja, at atlit verður tikið til ynski og tørv hjá teimum eldru.

• Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.

Sostatt eru fyrireikingarnar nú komnar somikið langt, at fólk kunnu stilla upp til Eldraráðið, sigur Klaksvíkar býráð.