ferðaætlan í hondini, sum verður broytt, meðan tey eru á ferð hendanvegin.Tað er rætt og slætt ov óprofessionelt at koma við nýggjari ferðaætlan mitt á sumri. Summarferðaætlanin átti at ligið klár úti í heimi [...] noyðast eisini at gera okkum greitt, at hesi ferðafólkini krevja, og hava rætt til, tænastuveitingar á høgum støði, skulu vit gera okkum nakra vón um, at vinnan skal mennast. Og her hava føroyingar tíverri [...] tíverri heldur enn ikki nógv at læra. Føroyingar eru rætt og slætt ikki »mindaðir« - sum tað verður nevnt á fremmandum máli - til at veita tænastur. Vit eru ein veiðitjóð, og í nógvum førum er einasta málið,
vórðu alt ov fáar, vit vóru saman, hava fest seg í sinnið og minnið. Antin tað var á blaðnum, heima við hús ella á seiðabergi á Argjum saman við Ruth og Eyðuni. Ja, lítlu Ruth var tú góður við. Hóast árini [...] ikki ein skjót og kortini vælumhugsað viðmerking, so vóru tað nakrar strikur á einum pappíri, á einum sigarettpakka ella á einum lepa av onkrum slag, sum krystallklárt søgdu frá, hvat nú bilgdist innan [...] gloppaði dyrnar inn til skrivstovu mína á Argjum - við kaffikoppinum í aðrari hondini og ballinum í hinari. Forvitin sum altíð, men eisini tí tú hevði okkurt upp á hjartað. Og úr lummanum kom ein diskur
lítil dugur verða í teimum. Fyrr stóðu áskoðarnir hálvan metur inni á vøllinum og róptu, men tað gav so ikki betri bóltspæl. Úrslitini á Oyggjaleikunum hava so víst, at gevur tú tí frælsu ítróttini umstøður [...] høvuðstaðnum eru nú tríggir dýrir graslíkisvøllir og nú er so eisini tann fíni grasvøllurin komin undir land. Tað er kanska eitt sindur mótsigandi, tá hugsað verður um, at tilsaman ber ikki til at manna eitt
í friði. Tær eru á annan bógvin tað kristiliga fráhaldsfelagið Ydun við sparikassastjóranum Ankersen á odda og á hin bógvin kensluleysir embætismenn, sum halda tað løgna fólkið úti á Skinnhólminum vera [...] William Heinesen-land, tí so stórur partur av skaldskapinum fer fram í hesum tíðarskeiði ? og spælimenninir Moritz, Sirius, Lítli-Kornelius og Mortensen magistari og teirra fátæku vinir úti á Skinnhólminum [...] viðmerkingin um tað seinna hotelli, at tað heldur ikki hevur nakað gott orð á sær, og hon varpar eitt fullkomiliga øðrvísi ljós á tað fyrra hotelli. Tað rennur kanska eisini fram fyri lesaran, at Fríðrikur
síðani, kann væl vera. Men endamálið við túrinum er jú at vitja upp á Oynna. So vit verða sett á land, meðan báturin fer út aftur á skipið at føra fleiri ferðafólk inn. Og meðan vit bíða, er høvi at hyggja [...] farast skal upp á oynna. Í erva síggja vit bóndan sjálvan annan fylgja okkum. Ája, vit fara undir gonguna. Bergið beint í bróstið kann tykjast onkrum møtimikið. Men tey flestu hildu tó á, og eingin vendi [...] grasinum, og av og á hvar grundin, tá fóturin fór í onkra lundaholu. Verri tóktist, tá battaríini í myndatólinum skuldu skiftast, og ein leys skrúva hvarv í eini grasfjaldari holu. Men av og á er eydnan betri
Klaksvík ella bert á einum av hesum plássum ella um ein møgulig framtíðar trygdar- og bjargingarmiðstøð, sum fevnir um bæði land, sjógv (harí eisini offshore) og luft skal liggja á einum øðrum stað. [...] um eina tilbúgving fyri Føroyar. Eisini verður vitjað á Esbjerg Brandskole, sum er millum heimsins fremstu og mest framkomnu av sínum slag. Leiðslan á skúlanum hevur nettup latið føroyskum myndugleikum eitt [...] at leggja lunnar undir eina framtíðar tilbúgvingarskipan! Skal virksemið liggja á fleiri støðum ella skal tað savnast á einum stað? Hetta eru eisini spurningar vit nema við, men tað er greitt, at í núverandi
verandi útgerð og vísa á neyðuga nýggja útgerð. Tilbúgvingin skal greitt tilskila, hvør hevur leiðslu (ábyrgd). Tilbúgvingin verður gjørd fyri at bjarga mannalív, at tryggja, at árinini á umhvørvið verða minst [...] til at flóta yvir - fingið veruliga gongd á málið. Hákun Steingrímsson heldur fyri, tað er ótrúliga umfatandi at gera eina tilbúgvingarætlan fyri eitt heilt land. - Eg ivist í, um man nakra aðrastaðni hevur [...] Hendir ein stórvanlukka í Føroyum, á sjógvi, landi ella í luftini, so finst í dag eingin verulig og skipað tilbúgving. Kortini finnast tilbúgvingarskipanir kring landið, oftani lokalt og sum eitt samstarv
ansing til rættis eftir stuðlinum. Men aðalmálið hjá okkum er eittans - at vísa lands- og kommunalpolitikarum á tørvin á góðkendum ansingarplássum. Tórshavnar kommuna hevur í fíggjarárinum 1999 sett 1 [...] hvussu nógv ansingarpláss hava vit tørv á? Øll hesi ár, skipanin hevur virkað, fóru/fara øll av burðarsong við eini umsókn á ansingarskrivstovuna fyri at skriva børn síni á upptøkulistan, av tí, at tað er u [...] og tá standa bert børn, sum hava tørv á ansignarplássi, á listanum. Tá hevði borið til at gjørt nágreiniligar framrokningar, hvussu stórur tørvurin veruliga er á ansingarplássum. Fleiri danskar kommunur
komandi øldina stóðu ovast á dagsskránni, meðan Føroyar vóru á veg inn í fiskivinnusamfelagið. Fuglaframi skrivar um tað fyrstu kappleiksstevnuna, sum var hildin í Miðvági - á Miðvágssandi - í juli mánaða [...] vil takka fyri heiðurin at sleppa at halda seinastu midnáttarrøðu á Vestanstevnu í hesi øldini. Vit eru í tí Harrans ári 1999. Vit eru á veg inn í eitt nýtt ártúsund. Her í Sandavági í kvøld, skal ikki [...] hava búð her ígjøgnum eitt ártúsund. Hon kundi sagt frá um teir 17 løgmenn, sum hava sitið her á garðinum á Steig ígjøgnum 220 ár. Sum áðrenn gamla løgtingið varð tikið av í 1816, høvdu øðrvísi trupulleikar
teirra, sum fyrr hevur verið frammi í samband við útflutningsrutur, er stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu, Páll Gregersen. Hann vísti á, at tá Smyril gavst at sigla til Skotlands, versnaðu útflutningsmøguleikar [...] nøkta endan á vikuni til fulnar, sigur Páll Gregersen. Men hann dylur ikki fyri, at hann fegin vildi havt eina fráferð týsdag. Um tað verður veruleiki, er ivaleyst, at virkini, sum selja á bretska marknaðinum [...] verið, at kanska Skipafelagið Føroyar er við. Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, avsannar, at Skipafelagið nakrantíð hevur verið upp á tal. Annars vil hann ongar viðmerkingar gera til málið.