Ein spurningur, sum nógv fólk seta sær, tá tosað verður um føroyska ferðavinnu, er, hvørjar møguleikar vit hava at bjóða fremmandafólki, sum koma hendanvegin.
Svarið er ofta, at vit hava eina sera vakra og sjáldsama náttúru at vísa fram. Og tað er satt, men ikki nokk. Vit noyðast eisini at gera okkum greitt, at hesi ferðafólkini krevja, og hava rætt til, tænastuveitingar á høgum støði, skulu vit gera okkum nakra vón um, at vinnan skal mennast.
Og her hava føroyingar tíverri heldur enn ikki nógv at læra. Føroyingar eru rætt og slætt ikki »mindaðir« - sum tað verður nevnt á fremmandum máli - til at veita tænastur.
Vit eru ein veiðitjóð, og í nógvum førum er einasta málið, vit skilja, veiði- og samlaramentaliteturin. Tíverri eru tað alt ov fá, sum hava skilt tað neyðuga í at standa á høvdinum fyri teimum, vit vilja vinna pening frá.
Tað hjálpir ikki, at vit bjóða ferðafólki hendanvegin og so gloyma at siga teimum, hvørjum treytum tey koma undir. Eitt dømi var hendingin við svensku stuttleikafiskarunum, sum vóru her fyrr í summar.
Vit kunnu heldur ikki loyva okkum at bjóða fólki higar til lands, uttan samstundis at kunna siga teimum við 100% vissu, nær og hvussu almennu ruturnar liggja.
Sum er kunnu fólk saktans vera farin úr Italia við eini føroyskari ferðaætlan í hondini, sum verður broytt, meðan tey eru á ferð hendanvegin.Tað er rætt og slætt ov óprofessionelt at koma við nýggjari ferðaætlan mitt á sumri. Summarferðaætlanin átti at ligið klár úti í heimi í seinasta lagi um árskiftið.
Eingin skal vera í iva um, at ein høvuðstreyt fyri, at vit skulu klára okkum, er júst tænastuveitingin. Og tað er so sanniliga ikki bara galdandi í ferðavinnuni. Sama ger seg sjálvandi eisini galdandi í øðrum vinnum.
Kemur eitt skip í føroyska havn og skal brúka handverkarar, eiga vit at vera til reiðar at gera arbeiðið her og nú. Eisini jólamorgun, um tað skal vera. Og tá ein komandi oljuvinna fer at krevja 50 sveisarar umborð á ein pall, verður bara roknað sum givið, at teir standa klárir eftir fáum minuttum.
Men lítið hjálpa hugburðsbroytingar í vinnuni, um politiskir myndugleikar lókað alt burtur aftur av berum ódugnaskapi. Eitt talandi og ræðandi dømi er skotlandssiglingin, sum av politiskum kleyvarskapi nú tykist gloppin okkum av hondum. Alt, sum bygt var upp, fór fyri einki, tá Teistin av óskiljandi orsøkum varð seldur.
Grundgevingin tá var, at privat felag skuldi røkja rutuna, og tænastan skuldi ikki lækka. Vit hava sæð, hvussu tað gekk. Og serliga ferðafólkini, sum nýttu rutuna, hava kent sviðan.
Tað stutta av tí langa í teirri søguni er, at vit kláraðu ikki at reka eina rutu, sum skuldi veita ferðafólki ta tænastu at flyta tey millum Føroyar og Skotland. Tað bar seg ikki, varð sagt.
Men hvussu er og ikki, so síggja vit nú, at onnur halda, at tað eigur at bera til. Nú fara danir og íslendingar undir aftur rutuna. Og teir ætla samstundis at geva Norrønu kapping á rutuni millum Danmark, Føroyar og Ísland.
Tað eigur sjálvandi ikki at ræða føroyingar. Hetta eigur heldur at vera eitt skump til at fáa okkum at spíla okkum enn meira út og taka við avbjóðingini.