Tað var við stórum áhuga eg las greinina hjá Vagni um Tórsvallar ætlanina. Eg fari sum heild at taka fult undir við Vagni í sjónarmiðum hansara. Sjónarmiðini eru ikki nýggj, men hava ikki havt nakran møguleika at verið hoyrd hjá teimum bóltglaðu býarpolitikarunum. Teir síggja ivaleyst ikki longur fram enn til tann dagin, teir sum velasíðir VIP?arir sleppa at breiða seg, tá landsdystir eru.
Argumentini um, at áskoðarnir siga ov langt frá vøllinum um rennibreytin eisini var kring vøllin eru bæði láturlig og grátulig. Aðrastaðni verða rennibreytir ikki lagdar saman við fótbóltsvøllunum verður sagt. Munurin er bert tann at aðrastaðni eru tað feløgini sjálv sum eiga vallirnar, í Gundadali er tað tað almenna sum byggir. Hoyrast rópini so stutt, man lítil dugur verða í teimum. Fyrr stóðu áskoðarnir hálvan metur inni á vøllinum og róptu, men tað gav so ikki betri bóltspæl.
Úrslitini á Oyggjaleikunum hava so víst, at gevur tú tí frælsu ítróttini umstøður og møguleikar, so skulu úrslitini eisini fara at koma. Hygg bara at kúlu og kringluvarparunum, sum nú í tveir mánaðar hava havt líkinda umstøður. Góðu úrslitini hjá rennarunum vísa eisini, at vit eiga gott tilfar, sum undir sera vánaligum umstøðum megna so nógv. Hugsið tykkum til hvat tað kundi verið, um hesi og óivað fleiri onnur høvdu havt javnbjóðis umstøður sum hini, tey kappaðust ímóti. Svimjararnir fáa góð úrslit, tí tey hava maksimalar umstøður at venja undir.
Fótbólturin hevur eisini góðar umstøður, tí klárar hann seg væl. Her í høvuðstaðnum eru nú tríggir dýrir graslíkisvøllir og nú er so eisini tann fíni grasvøllurin komin undir land. Tað er kanska eitt sindur mótsigandi, tá hugsað verður um, at tilsaman ber ikki til at manna eitt 1. deildarlið við uppvaksnum býarspælarum.
Eg eri stórliga bangin fyri, at rennibreytin aldrin kemur kring Tórsvøll.
Plaseringin av áskoðaraplássunum er við vilja løgd soleiðis, at tað man fara at verða seinur dagur til tey verða flutt aftur.
Ikki havi eg nakað ímóti at býurin fær ein stásiligan grasvøll. Tað eigur hann at hava, men framgangsmátin í Tórsvallarmálinum hevur verið sera ódámligur.
Tú byggir ikki fótbóltinum ein minnisvarða, samstundis sum tú setur frælsu ítróttini ein gravstein. Býurin hevur lítlan heiður í hesum málinum.
Oyggjaleikirnir vístu, at frælsa ítróttin hevur frægari uppiborið.
Manne Persson