Tað segði Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, eftir fund í uttanríkispolitisku nevndini, skrivar Politiken.
Ukraina bjóðar seg fram at gera fólk tøk at styrkja danska dronusvarið, stendur í fráboðanini.
- Og tú ert eitt sindur rørdur av, at eitt land í kríggi, sum stríðist fyri egnum frælsi - at tey sjálvt í eini so truplari støðu velja at siga við Danmark, at vit vilja hjálpa tær, tí tú hevur gjørt so nógv fyri okkum, sigur hann sambært fjølmiðlunum.
Tað er ikki greitt, um Danmark hevur tikið av tilboðnum.
/Ritzau/