Jana Mittún heldur fram við at leggja upp til nógv mál (assist) í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í dag skoraði Jana fýra mál, legði upp til átta mál (assist), og vann liðnum tvey brotskøst, tá Viborg á heimavølli vann stórsigur 44-35 á Bjerringbro. Viborg legði góðan botn fyri sigrinum í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Viborg frammanfyri 23-15.
Viborg er triðfremst í deildini við seks stigum fyri fýra dystir.
Komandi mikudag klokkan 17.30 hevur Viborg dyst á útivølli móti verandi meistarunum, Odense.
Í næstbestu donsku deildini gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum.
Rannvá Olsen skoraði trý mál, tá hon og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen vunnu 33-31 (16-15) á Gudme á útivølli.
Ejstrup/Hærvejen hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
Marianna G. Eystberg skoraði eisini trý mál, tá hon og hennara liðfelagar í Ydun á heimavølli taptu 20-22 (9-11) fyri Rødovre.
Ydun hevur aftaná tveir dystir framvegis fyrsta stigið til góðar.
Vár B. Zachariasen skoraði eitt mál, tá hon og tvíburasysturin, Lív og hinir liðfelagarnir í Ajax Keypmannahavn á útivølli taptu 25-29 (14-15) fyri Holstebro.
Ajax hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.










