Jóhan vann á Teis - HC Keypmannahavn tapti á útivølli

Fitt av føroyskum málum vóru skotin í hesum báðum dystunum

Í Blue Water Dokken høllini í Esbjerg var tíðliga seinnapartin ein: Neistin-Kyndil uppgerð. Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg tóku ímóti Jóhan á Plógv Hansen, og hansara liðfeløgum í Skanderborg-Aarhus.

 

Skanderborg-Aarhus vann dystin 34-30. Í steðginum vóru eysturjútlendingarnir á odda 17-15. Teis fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Jóhan var saman við Kristjani Örn Kristjanssyni næstbesti málskjúttin hjá útiliðnum. Teir skutu sjey mál hvør. Jóhan brúkti níggju málmøguleikar upp á tey sjey málini. 

 

Skanderborg Aarhus er næstfremst í bestu donsku hondbóltsdeildini við átta stigum fyri fimm dystir. Ribe-Esbjerg hevur trý stig, somuleiðis fyri fimm dystir.

 

Klokkan 15 byrjaði dysturin millum Fredericia og liðið hjá Óla Mittún, GOG. 

 

Í næstbestu donsku deildini hava Jónas Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn framvegis fyrsta sigurin til góðar. 

 

Í dag tapti HC Keypmannahavn á útivølli 31-33 fyri Rækker Mølle. Í steðginum var liðið úr Keypmannahavn tó á odda við einum máli, 17-16.

 

Leivur skoraði fýra mál, og Jónas skoraði trý mál. 

 

HC Keypmannahavn er næstaftast í deildini við bert einum stigi fyri fimm dystir.